Luther, hevur í Lítlu Katekismus, skrivað eina lítla vegleiðing til morgun- og kvøldbøn.
Um morgunin, tá ið tú fert upp, skalt tú signa teg og siga:
Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans! Amen.
Sig so á knøum ella standandi trúarorðini og faðirvár.
Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú hesa nátt hevur varðveitt meg frá øllum skaða og váða; og eg biði teg, at tú eisini í dag vilt varða meg frá synd og øllum illum, so at alt yrki mítt og øll atferð mín má líka tær væl.
Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen.
Far so við gleði til arbeiðis. Tú kanst eisini syngja ein sálm sum t.d. »Leið meg, Guð, á lívsins veg«, ella okkurt annað, ið kann vera til ugga.
Um kvøldið, tá ið tú fert at leggjast, skalt tú signa teg og siga:
Í navni faðirsins og sonarins og hins heilaga anda! Amen.
Sig so á knøum tínum ella standandi trúarorðini og faðir vár.
Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú henda dag náðiliga hevur varðveitt meg; og eg biði teg, at tú vilt fyrigeva mær allar syndir mínar, sum eg havi gjørt tær ímóti við og náðiliga varða meg í nátt.
Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at Illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen."