PODAS 3

Ynskir tú at fylgja Jesusi og gera honum lærusveinar?

Hevur tú luttikið á PODAS 2 og ynskir at læra meira um missión heima og úti, leiðslu og at gera Jesusi
lærusveinar, er PODAS 3 nakað fyri teg. Møguliga tú ynskir at royna PODAS 3 enn eina ferð?
Ver hjartaliga vælkomin til triðja árið á lærusveinaskúlanum hjá PODAS Ekklesias.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í vetrarhálvuni.

HVAR, NÆR OG FLOKSLEIÐSLA:

  • Stað: Kirkjukjallarin á Skála
  • Byrjar: 1. november 2021 og til apríl 2022. (Tíðin kann broytast.)
  • Floksleiðarar: Mary Petersen og Carsten Fonsdal Mikkelsen

LUTTØKUGJALD:

  • Luttøkugjaldið fyri ein vetur (bøkur og annað) er 1500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri pør.

PODAS KANN BJÓÐA TÆR:

  • Góða frálæru
  • Viðkomandi tilfar
  • Lívgandi felagsskap

Tilmeldingarfreistin er útsett og enn er pláss.
Aldursmark: 17 ár og eldri

TILMELDING:

  1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
  2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
    - Pør skriva: Nøvnini á báðum við bindustriku ímillum. Sama við t-posti, tlf. nr.
  3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør". 
    - Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr.
  4. Vel staðið bygd/býur, har skeiðið verður.
  5. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
  6. Trýst á "Gjaldskort".
  7. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

- Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
- Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
- Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Tey, sum ikki hava møguleika ella ikki síggja seg før fyri at nýta tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at skriva til asbjorn@podas.fo ella ringja tlf. 597777.

Kostnaður
Einstaklingar 1500 kr.
Pør 2000 kr.
Tíðarskeið
Frá november 2021 til apríl 2022
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
Eitt kvøld um vikuna

Floksleiðarar

Mary Magnusdóttir Petersen
741036
Floksleiðari í PODAS
Stað: Meinigheitshúsið á Skála
Carsten Fonsdal Mikkelsen
535332

Floksleiðari í PODAS
Stað: Meinigheitshúsið á Skála

Send okkum eini boð