• PODAS flokkur á Strondum 2021-2021

Lærusveinaskúlin PODAS 2023 - 2024

19. oktober 2021

Skráin fyri veturin 2023-2024 er klár og longu nú ber til at tilmelda seg til skeiðini. Hetta er 14. árið á rað farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

”PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.

Hesi árini, Podas hevur virkað, hava fleiri enn 700 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd. 

Seks flokkar um landið

Hetta skúlaárið verða PODAS flokkar á seks støðum um landið.

TÓRSHAV: Podas 1 verður í Vesturkirkjuni. Skeiðið verður í Hvalbiar Missiónshúsi frá 2. november kl. 19.30.
Floksleiðarar eru: Jógvan Højgaard, Katrin Mortensen, Bergfríð og Johan Sørin Berg.

EIÐI: PODAS 1 verður í Missiónshúsinum Karmel. Byrjað verður 27. oktober kl. 19.00.
Floksleiðarar eru: Jonhard Jógvansson og Katrin Højsted.

TOFTIR: PODAS 1 verður í Missiónshúsinum Tabor. Byrjað verður 25. oktober kl. 17.00.
Floksleiðarar eru: Randi Joensen, Kristianna Johannesen og Jóhannus Mikkelsen.

KLAKSVÍK: PODAS 1 verður í KFUM/K. Byrjað verður 26. oktober kl. 17.00.
Floksleiðari er: Rannvá Langaard.

KLAKSVÍK: PODAS 2 verður í Emmaus. Byrjað verður 28. oktober kl. 19.00.
Floksleiðarar eru: Hjalmar Waag Arge og Hjørleif Poulsen.

LEIRVÍK: PODAS 2 verður í Missiónshúsinum. Byrjað verður 25. oktober kl. 19.30.
Floksleiðarar eru: Ove Heinesen, Tummas Kannuberg og Brandur Sjúrðarson.

SANDAVÁGUR: PODAS 2 verður í Meinigheitshúsinum Saron. Byrjað verður 27. oktober kl. 19.00.
Floksleiðarar eru: Gunnar Nattestad og Ingolf Johannesen.

TÓRSHAVN: PODAS 3 verður í Vesturkirkjuni. Byrjað verður 3. november kl. 17.30.
Floksleiðarar eru: Liljan og Kim Leo Midjord.

SKÁLA: PODAS 3 verður í Kirkjukjallaranum. Byrjað verður 1. november kl. 19.30.
Floksleiðarar eru: Mary Petersen og Carsten Fonsdal Mikkelsen.

Bøkur og tilfar fæst við skúlaársbyrjan.

Tilmelding: Tilmeldingarfreistin er ymisk frá stað til stað; men freistin er við at ganga út á flestu støðum. Tilmelding á heimasíðuni www.podas.fo 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð