Gott orð til dagin: ”Legg allar tínar tráanir og allar tínar byrðar á Gud!”

25. oktober 2021

”Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Fil 4,6-7)

Mong menniskju kenna ongan ótta. Spakuliga sníkir hann seg ósæddur á gátt og skapar órógv um lítið og einki. Gremjan og stúran tekur sætið í hjarta og huga. Viðhvørt eru tað peningalig viðurskifti, heilsan, børnini og familjan ella eitthvørt í lívinum.

Minst tó til, at Jesus sigur: «Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttast ikki og ræðist ikki. (Jóh 14,27)

Tú kanst leggja allar tínar byrðar á Gud; hann leiðir teg og gevur tær ein ótrúligan frið og ger lívið lættari at liva.

”Friður Guds tær veri við
eig um ævir Harrans frið!” (Sálmabókin 333,v2)

GODS TV/H.D.Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð