Tann ósagda søgan um C.S. Lewis, harðrenda gudsnoktaran, sum gjørdist kristin trúverji.

25. november 2021

Sjónleikarin, Max McLean, ið spældi C.S. Lewis í filminum, ”the most Reluctant Convert,” avdúkaði rithøvundans óhugsandi broyting frá at vera ágrýtin mótmælari av kristindóminum, til hann fann Jesus.

Ein ágrýtin gudsnoktari

Kristni rithøvundin og heimspekingurin, C.S. Lewis, hevur verið ein hin mest merkisverdi trúarverjin í kristnisøguni. Men lítið vistu vit um fortíð hansara, ætlan og ágrýtni sum gudsnoktari, ið hevði sum mál at avoyða kristnina.

Sambært sjónleikaranum, Max McLean, ið hevði leikpartin í filminum, »The Most Reluctant Convert: The Untold Story of C.S. Lewis,» var C.S. Lewis harðligur gudsnoktari, til hann fann Jesus.

Lewis var bara níggju ára gamal, tá mamman doyði av krabbameini. Viðurskiftini við pápan vóru út av lagi vánalig.
Sjónleikarin segði, at í skotgravunum undir 1. Heimskríggi (1914-18), var Lewis vitni til stórt mannfelli, segði sjónleikarin, og eisini av øðrum, eitt kríggj elvir.

Hann kom til ta niðurstøðu, at annaðhvørt er eingin Gud aftanfyri alt tað, ið til er, ella er hann ein Gud, ið er líkasælur – ella enn verri, ein óndur Gud.

C.S. Lewis gerst kristin

Av tí gjørdist rithøvundurin ein harður gudnoktari. C.S. Lewis andliga ferð, steðgaði tí ikki har. At enda fann hann Jesus og tók við honum í hjarta sínum. Hann gjørdist síðan ein av søgunnar fremstu kristniverjum. Hann varð eisini førur fyri at orða nøkur av bestu sannførandi prógvum um Gud og um Bíbliuna.

”Hann kannar ikki bara tað andliga og kensluliga,” segði Max. «Men knýtir tað skynsamliga saman, so har gerst eingin andligur klovningur, ei heldur á tí kensluliga.»

Harafturat ásannaði sjónleikarin og legði dent á tann mikla arv, navnframi høvundin hevði lagt eftir sær «av lesnaði og kanningum. Hann lærdi meg at stýra tí kristnu trúnni neyvt, trygt og varisliga. «Á dett dýpi! Lewis hjálpti mær at halda fast við kristnu leiðina,» legði hann afturat.

GODS-TV
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð