Kristnipar sjey ára fongsulsrevsing

17. desember 2021

Í Kina hevur rætturin dømt kristna parið, Chang Yuchun og Li Chenhui, hvørt sjey ára fongsulsrevsing fyri ólógligt virksemi. Aftrat fongsulsrevsingini, hevur hvørt teirra fingið eina peningabót uppá 250.000 yuan (umleið 260.000 kr.)

Í 2015 stovnaði parið virksemi teirra, ‘Guang Yi Sheng Printing.’ Fram til 2020 hevur virkið prentað og selt kristnar bókmentir. Í julimánaði 2020 lótu myndugleikarnir virkið aftur og løgdu hald á meira enn 210.000 bøkur og sjálva prentsmiðjuna.

Ikki fyrrenn í augustmánaði 2021, kom rættarsakin fyri. Longu tá ljóðaði dómurin uppá sjey ára fongsul og eina stóra peningabót til bæði.

Chang Yuchun, Li Chenhui og advokatur teirra hildu dómin vera út um alt mark, og kærdu. Kæran endaði við at staðfesta fyrsta dómin. Parið skuldi inn at sita fram til 1.september 2027.

Chang Yuchun og Li Chenhui eiga fýra børn millum 4 og 22 ár. Børnini búgva nú hjá abbum og ommum teirra.

Í septembermánaði 2020 varð ein kristin bókhandlari eisini dømdur sjey ára fongsul, tí hann hevði ein on-line, ella (netbornan) bókhandil, sum seldi kristnar bókmentir. Um sama mundið boðaði ein lokalkelda frá, at hetta var ikki fyrstu ferð, at kristin bókasølufólk komu inn at sita; men so harðir dómar vóru sjáldsamir.

Seinastu mánaðirnar hava myndugleikarnir í Kina miðvíst avmarkað teimum kristnu atgongd at bíblium. Beint burtur eina bíbliu-app frá kinverska app-stores og forðað útbýtingum av bíbliu-fløguspælarum.

Biðið fyri Kina!

Biðið fyri Chang Yuchun, Li Chenhui og teirra fýra børnum.
Biðið um, at kristin í Kina framvegis fáa bíbliuatgongd.
Biðið fyri politisku leiðarunum í Kina!

Open Doors
H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð