Harranum lovið

08. mai 2022

Fyri mongum árum síðani verður sagt frá einum gomlum, vøkrum siði, sum hirðarnir í fjallalendinum við Savoya og Piemont høvdu. Tá ið sólin var næstan sett í dalinum, meðan teir seinastu sólargeislarnir gyltu teir kavaklæddu fjallatindarnar, tók hirðin, sum átti smáttu á hægsta fjallatindi, hornið og rópaði sum ígjøgnum eitt talurør:

“Harranum lovið!”

Hirðarnir, sum áttu smáttu har í grannalagnum, fóru eisini út um sólsetur. Fyrsta, teir hoyrdu rópið, tóku teir tað uppaftur á sama hátt, og so barst aftur úr fjalli í fjall, úr dali í dal:

“Harranum lovið!”

Tá ið hornið var tagnað, kom ein hátíðarlig kvirra – tá fullu hirðarnir á knæ, tóku húgvuna av høvdinum og hildu bøn. Tá ið teir seinastu sólargeislarnir vóru burtur, og myrkrið seig niður á fjall og dal, tóku teir aftur hornið og rópaðu einaferð afturat:

“Harranum lovið!”

So fóru teir inn aftur í tær einsligu smátturnar og løgdu seg í friði og náðum at hvíla eftir ein langan og stravnan dag. Soleiðis lovaðu hirðarnir Harranum. Henda lítla søgan talar við okkum og minnir okkum á, at eisini vit skulu lova Harranum. Vit hava øll almikið at takka og lova Harranum fyri. Latið okkum eisini minnast hini vøkru orðini hjá sálmaskaldinum:

“Sál mín Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans. Sál mín Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans.” (Sálmur 103,1-2).

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð