• Endagudstænasta 2021. Næmingar og leiðarar. | Mynd: PODAS
  • PODAS Ung á Toftum | Mynd: PODAS
  • PODAS flokkur á Eiði. | Mynd: PODAS
  • PODAS flokkur í Emmaus, Klaksvík. | Mynd: PODAS
  • PODAS flokkur í Leirvík. | Mynd: Torleif Johannesen
  • PODAS á Eiði. Leiðarar og næmingar | Mynd: PODAS

Hevur tú sæð øll skeiðstilboðini frá PODAS?

15. juni 2022

Nú er klárt at tekna seg til PODAS-skeiðini fyri næsta skúlaár 2022-2023. Hetta er 14. árið á rað at farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

”PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til mars. Tó eru nøkur styttri skeið. Longu nú ber til at tekna seg til skeiðini komandi skúlaár og tryggja sær pláss.

Hesi árini, Podas hevur virkað, hava umleið 800 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd. 

11 flokkar um landið

Hetta skúlaárið 2022 - 2023 verða PODAS flokkar á 11 støðum um landið. Møguliga kemur okkurt skeið afturat seinni aðrastaðni í landinum.

  • PODAS Ung í Meinigheitshúsinum í Havn: Podas Ung er fyri tey, sum eru 14 ár og eldri. Skeiðið byrjar 8. september 2022 og endar 8. desember 2022. Floksleiðarar: Liljan og Kim Midjord.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/362 

  • PODAS 1 í Thabor í Fuglafirði: Skeiðið byrjar 12. september 2022 og endar 27. mars 2023.
    Floksleiðarar: Einar Petersen og Jóhan Eliassen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/344 

  • PODAS 1 í Vesturkirkjuni: Skeiðið byrjar 13. september 2022 og endar 28. mars 2023.
    Floksleiðarar: Derhard Jógvansson og Karl Michaelsen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/373 

  • PODAS 1 í Rituvíkar Missiónshúsi:  Skeiðið byrjar 14. september 2022 og endar 29. mars 2023.
    Floksleiðari: Jóhan Hansen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/352 

  • PODAS 1 í KFUM & K, Klaksvík: Skeiðið byrjar 15. september 2022 og endar 30. mars 2023.
    Floksleiðari: Rannvá Langgaard.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/375 

  • PODAS 2 í Tabor á Toftum: Skeiðið byrjar 12. september 20222 og endar 27. mars 2023.
    Floksleiðarar: Randi Joensen, Kristianna Johannesen og Jóhannus Mikkelsen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/376 

  • PODAS 2 í Saron í Sandavági: Skeiðið byrjar 13. september 2022 og endar 28. mars 2023.
    Floksleiðarar: Gunnar Nattestad og Ingolf Johannesen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/377 

  • PODAS 2 í Karmel á Eiði: Skeiðið byrjar 14. september 2022 og endar 29. mars 2023.
    Floksleiðarar: Jonhard Jógvansson og Katrin Højsted.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/378 

  • PODAS 3 í Vesturkirkjuni: Skeiðið byrjar 12. september 2022 og endar 27. mars 2023.
    Floksleiðarar: Liljan og Kim Midjord.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/380 

  • PODAS 3 í Emmaus í Klaksvík: Skeiðið byrjar 13. september 2022 og endar 28. mars 2023.
    Floksleiðarar: Hjalmar Waag Arge og Hjørleif Poulsen. 
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/381

  • PODAS Lesibólkur í Leirvíkar Missiónshúsi: Skeiðið byrjar 13. september 2022. Møtt verður týsdagar 3. hvørja viku kl. 17.00 - 19.00.
    Leiðsla: Atli Rasmussen.
    Les meira og tekna teg her: https://podas.fo/course/372 

Bøkur og tilfar fæst við skúlaársbyrjan.

Tilbið og tæn!

Hjartaliga vælkomin!

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð