Tú ert ongantíð einsamallur

23. mars 2023

Ein maður vitnaði á missiónsvikuni í Havn 2007. “Sjálvt um tú ert staddur í mannamúgvu og ert saman við nógvum fólkum, so kanst tú kenna teg so einsamallan. Eg hevði leingi stríðst við henda spurningin, og hann nívdi meg.

Ein dagin fór eg ein túr yviri við Strond. Eg setti bilin og fór til gongu út á Boðanes. Eg hugdi allastaðni kring meg; men har var ikki eitt menniskja, og tí fór eg at biðja hart, tí tað fellur mær best.

“Góði Gud, nú mást tú svara mær. Tá ið eg kenni meg einsamallan, eri eg so veruliga einsamallur, ella ert tú eisini tá við mær? Góði Gud, svara mær, áðrenn eg eri komin til endan á hesi smølu gøtuni.”

So helt eg áfram at ganga og kom til tveir stórar steinar, sum stóðu saman. Tá sá eg, at ein sodavatnsfløska úr plasti lá har, og okkurt var í henni. Eg tók hana upp og skrúvaði lokið av og togaði hetta út úr henni. Hetta er eitt andaktsstykki, sum er klipt út úr einum blaði og lagt í ein plastlumma og rullað saman sum ein sigar, og síðani eru tvey klips sett í.

Tá ið eg breiddi hetta arkið út og las yvirskriftina, stóð har: Tú ert ongantíð einsamallur! Tá fór eg at lova og prísa Gudi fyri hansara stóra kærleika og umsorgan. Hann hevði svarað mær beinleiðis upp á mín spurning. Prísaður skal hann vera. Æra veri hansara heilaga navn.”

Tá ið hesin maðurin hevði sett seg niður aftur, sprakk ein annar maður upp og segði: “Eg hevði ikki ætlað mær at sagt nakað í kvøld; men nú kenni eg, at eg má. Eg eri maðurin, ið legði hasa fløskuna har. Eg havi ikki klipt hatta stykkið út og lagt tað í fløskuna; men eg fann hasa fløskuna við hasari andaktini í á einum heilt øðrum staði. Tá ið eg hevði lisið stykkið, fekk eg eina sterka kenslu innan í mær, at eg skuldi leggja fløskuna niðri á Boðanesi, og eg helt, at hon lá so væl millum hasar báðar steinarnar.”

Og síðani hálsfevndust hesir brøðurnir í Harranum mitt á gólvinum. Tað var ein hjartanemandi løta.

Eitt av Jesu nøvnum er Immanuel, og tað merkir: “Gud við okkum.” Matt. 1,23.

Gud sigur: “Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær.” Hebr. 13,5.

Trúgv tí, og liv í tí!

Effie Campbell

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð