Náðin og sjálvrættvísi

13. apríl 2021

Hjá Lukasi kap. 18 lesa vit um farisearan og tollaran, sum báðir fóru niðan í templið at halda bøn. Tveir ymiskir menn við hvør sínum samfelagsligum yrki og við ymiskum trúarlívið. Farisearin helst hátt virdur av fólki, meðan lítið var hildið um tollaran, men sum báðir henda dag leitaðu sær niðan í halgidómin at tilbiðja hin sama Gud.

Á rættari leið

Ørindi teirra í halgidóminum vóru at halda bøn, tí í halgidóminum var Gud at finna, og hann er altíð at finna har, og hann hevur altíð stundir at lurta. Tveir góðir, gudrøknir menn, vildu vit sagt. Hóast tollarin var lítið umhildin og ikki so væl lærdur, so mundi hann kortini vera ein góður maður, munnu fólk kortini hava hildið. Farisearin hinvegin var lærdur maður og eisini gudrøkin, tað var eyðsæð hjá fólki, at hann við sínum lívi og levnað tók sína gudsdýrkan alvorsamt. Hann var á rættari leið.

Farisearin

Farisearin hevur ikki sálarkvøl ella er í syndaneyð um sína andaligu støðu. Tvørturímóti so heldur hann standa væl til. Hann hevur nógv gott at fortelja Gudi um seg sjálvan, og sum eisini er sera gott, og sum eisini sannførir fólk um, at hann hevur sína søk í ordan við sín Gud. Hann takkar Gudi fyri, at hann ikki er ránsmaður ella horkallur og ei heldur sum hasin tollarin, sum stóð har skamt ífrá. Og hartil fastar hann tær ferðir um vikuna, hóast kravið er eina ferð um vikuna, og so letur hann eisini tíggjund av øllum, sum honum ognast. Ja, vit mugu siga, at hann er ein av teimum góðu gudrøknu borgarunum, sum fólk hava stóra virðing fyri. Hann er ein hampamaður á so nógvum økjum. Har er einki at finnast at, tað heldur hann eisini sjálvur.
Men andaliga er hann ikki tann eyðmjúki persónurin, sum treingir syndanna fyrigeving. Hann livir í síni sjálvrættvísi, sum fyri hann er nóg mikið fyri at koma inn í Guds ríki.

Tollarin

Tollaran, hinvegin, fáa vit einki at vita um, hvussu hann livir sítt andaliga lív við Gudi, hvørjar gerningar hann ger í síni tænastu fyri Gudi. Hann kundi helst fortalt eitt og annað, eisini her í templinum. Men hann veit, at tað týdningarmesta í lívinum við Gud eru ikki allir hansara góðu gerningar. Teir gera hann ikki rættvísan. Men hann er komin niðan í halgidómin sum ein eyðmjúkur maður at siga sínum Gudi, at hann er ein glataður syndari, sum ikki hevur uppborið Guds náði. Men hana hevur hann kortini fingið við trúgv á Guds fyrigeving. Tí fer hann rættvísur heimaftur.

Okkara støða

Ein boðskapur til okkara, at vit liva undir somu korum. At liva undir náðini er at leita til hin krossfesta Jesus Kristus, at tað er hansara blóð, sum reinsar okkum frá allari synd. Tá fáa vit hansara rættvísi, sum er tann andaligi kletturin at standa á í lívsins skiftandi viðurskiftum. Og so er hon okkum óuppiborin – men Guds stóra náði og stóri kærleiki.
Teir gerningar, vit gera í Guds ríki, bjarga okkum ikki á tí eina degi, tá upp skal gerast. Tað er eina við trúgv á tað fullgjørda verkið á Golgata, sum Jesus stríddi seg ígjøgnum.

“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi, sum vit við trúnni eisini hava fingið atgongd við til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd.” Róm. 5.1-2.

Hjørleif Poulsen


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð