• Frá vinstru: Atli Rasmussen, Bergur Debes Joensen (formaður), Jógvan Steintún, Sverri Steinhólm (næstformaður), Ásbjørn Jacobsen (skrivari), Rannvá Langgaard, Jákup E. Petersen og Andrias Magnussen
  • Frá vinstru: Ásbjørn Jacobsen (skrivari), Sverri Steinhólm (næstformaður), Jógvan Steintún, Bergur Debes Joensen (formaður), Atli Rasmussen, Rannvá Langgaard, Jákup E. Petersen og Andrias Magnussen.

Nýtt stýri fyri PODAS

18. mai 2021

Landsnevndin fyri PODAS Ekklesias hevði fund í kirkjuhúsinum við Sjógv 11. mai 2021.

Á fundinum var m.a. samtykt at niðurleggja verandi landsnevnd við 13 limum og skipa eitt nýtt stýri fyri PODAS við 7 limum.

Landsnevndin valdi hesi í nýggja stýrið: Bergur Debes Joensen, Sverri Steinhólm, Atli Rasmussen, Andrias Magnussen, Jákup Erlingsson Petersen, Jógvan Steintún og Rannvá Langgaard.

Stýrið skipaði seg á fundi í Leirvíkar missiónshúsi 17. mai 2021 við Bergur Debes Joensen sum formanni og Sverra Steinhólm sum næstformanni.

Ásbjørn Jacobsen er skrivari í PODAS og Kristian á Reynatrøð kassameistari.

Formaðurin, næstformaðurin og skrivarin manna starvsnevndina, sum hevur tí dagligu leiðsluna um hendi.

Vit takka hjartaliga fráfarandi limum í landsnevndini fyri trúfesti og ynskja teimum Guds ríku signing.

Stýrið fyri PODAS

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð