Samfelag við Gud

25. november 2022

"Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hanntrúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara,og orð hansara eru ikki í okkum." 1. Jóh.1,6-10.

At hava samfelag við Gud er at ganga í ljósinum. At ganga í ljósinum er at liva eftir Guds orði. Dávid sigur í Sálmi 119,105: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Guðs orð, Bíblian, vísir okkum leiðina, og hvussu vit ganga í ljósinum. At hava samfelag við Gud broytir okkum. Gud er ljós, og hansara ljós vísir okkum myrkrið í okkum.

Sæð í Guds heilagleika, eru vit full av synd

Sjálvt ikki mín besta gerð kemur nær námind at vera rættvís. Alt eg eri og geri, er dálkað av synd. Hetta vísir Guds ljós mær. Men samstundis síggi eg, at ein annar hevur tikið alla mína synd á seg. Eg eri keyptur fríur við blóði Jesusar. Hansara rættvísa lív, hansara deyði og uppreisn, verða mítt rættvísa lív, mín deyði og mín uppreisn. Og mín synd og mínar óndu gerðir verða hansara. Hetta hendi, tá ið hann doyði á Golgata. Í Jesusi gevur Gud okkum júst tað, hann sjálvur krevur av okkum.

Sjálvt ikki í himli verður tú meira syndafríur fyri Gudi, enn tú ert beint nú, um tú trýrt á Jesus. Tú ert fullkomin í hansara eygum.

Liva vit í samfelag við Gudi, í hansara ljósi, so ynskja vit at liva eftir hansara vilja her á jørð. Tá vit hava sæð hansara kærleika til okkara í Jesusi, so ynskja vit eisini at elska og æra hann. Hetta hevur avleiðingar fyri okkara lív í dag. Jesus sigur í Jóh. 8,12: “Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.”

Vit skulu liva í ljósinum – eftir Guds vilja og Guds boðum. Hetta merkir tó ikki, at tann trúgvandi ikki kann uppliva myrkur. Tað er himmalvíður munur á at ganga í myrkrinum og uppliva myrkur. At ganga í myrkrinum er at trívast í tí.

Tann trúgvandi trívist í ljósinum

Tann trúgvandi kann uppliva andaligt myrkur, men ynskir at koma burtur úr tí. Tekur tú ein grís úr runudíkinum, vaskar honum og sleppur honum aftur, so fer hann beina kós aftur í runudíkið, óansæð hvussu væl tú vaskaði hann. Grísurin hoyrir til í runudýkinum og trívist har. Tekur tú hinvegin eitt lamb, vaskar tí og sleppur tí, so roynir tað at halda seg reint og ikki dálka seg. Lambið trívist, tá ið tað er reint.

Tann trúgvandi trívist, tá hann livir í ljósinum. Hann hoyrir til í ljósinum. Um vit falla, so mugu vit biðja um fyrigeving og gera upp við syndina og byrja av nýggjum. Vit kunnu ikki liva í synd.

v. 7: Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.

Tá ið vit ganga og liva í ljósinum síggja vit okkum í sannleikans ljósi. Ljósið skínur inn í hjørtu okkara og vit síggja, at vit í okkum sjálvum eru sjálvsøkin og full av synd. Men vit fáa samstundis høvi at játta okkara synd. Gera vit tað, hava vit Guðs lyfti um, at vit fáa fyrigeving, óansæð hvussu syndafull vit eru.

Hetta er grundarlagið fyri tí kristna samfelagnum. Vit kunnu byrja av nýggjum, tá tað, vit gera, miseydnast. Vit kunnu biðja Gud og menniskju um fyrigeving. Í Faðir Vár biðja vit: “Fyrigev okkum syndir okkara so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda.” Hetta er einasta bøn sum hevur eina treyt. Vit mugu vera til reiðar at fyrigeva øðrum, tá ið vit sjálvi hava fingið fyrigeving.

Eitt annað, vit skulu leggja til merkis, er, at tey, sum ganga í ljósinum, hava samfelag við hvør annan. Tey trúgvandi hava ikki brúk fyri at fara til fótbóltsdyst ella bindiklubb fyri at hava okkurt at vera saman um. Tey trúgvandi hava samfelag hvør við annan. Vit hava sama Faðir í himli, sama bróður í Jesusi og sama Heilaga Anda í okkum.

v. 8: Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.

At hava synd vísir á tann veruleika, at vit hava syndina búgvandi í okkum. So leingi vit liva her á jørð, so er syndin ein partur av okkum.

Líka so lítið sum vit kunnu gevast við at vera menniskju, líka so lítið kunnu vit gevast at vera syndarar. Eg falli í synd, og eg hati tað. Tá ið tað gongur væl, kann eg lættliga hugsa, at tað gongur væl við at liva sum kristin, í hvussu er, tá ið eg samanberi meg við onnur í samkomuni.

Eg fái spakuliga hægri og hægri tankar um meg sjálvan. Og so alt fyri eitt síggi eg, at eisini hesin mátin at hugsa er synd – eg geri meg betri enn hini. Og gongur tað illa við at lesa í Bíbliuni, og eri eg fallin í somu synd aftur og aftur, so kann eg gerast mótleysur. Syndini sleppi eg ongantíð frá, so leingi eg livi her á fold.

v. 9: Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

v. 10: Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.

Her hava vit kelduna til gleði, vón og styrki í okkara trúarlívið. Vit játta okkara synd fyri Gudi og so er hansara lyfti, at hann fyrigevur.

Hóast eg ferð eftir ferð má ásanna, at syndin býr í mær, so trúgvi eg, at fyri Gudi eri eg reinur sum kavi, tí Gud í Jesusi gevur mær júst tað, sum hann sjálvur krevur av mær - eitt lív uttan synd!

Kelda: kmf.fo

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð