Biður tú sum bíblian?

01. september 2021

Biðja vit á sama hátt sum tey fyrstu kristnu og ápostlarnir? Hevur tú nakrantíð hugsað um bønarlív títt meir og meir líkist teirra, Bíblian umboðar? Spurningurin kom óvart á meg og gjørdi meg bilsnan í mong ár. Eg vaks upp innan kirkjuna og lærdi meg bønir úr sálmabókini at biðja uttanat.

Bønin er ein týdningarmikil vani

Bøn verður nevnd hundraðvís ferðir í Nýggja Testamenti, og Bíblian sigur okkum, at bøn er ein ómissandi partur av okkara lívi, ið vilja fylgja Jesusi eftir.

“Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð!” (Kol 4,2)

“Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald!” “Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guds í Kristi Jesusi til tykkara!” (1 Tess 5,16-18)

“Meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu.” (Ef 6,18)

“Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsong!” (Ják 5,18)

“Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum. Og um vit vita, at hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at okkum eru veittar tær bønir, sum vit hava biðið hann um! (1 Jóh 5,14-15)

Bønin var týdningarmikil fyri Jesus. Bíblian vísir okkum eisini á bønina, sum ein týdningarmiklan vana í lívi Jesusar.

“Og tá ið hann hevði latið mannamúgvuna fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi.” (Matt 14,23)

“Men tað bar so á um hetta mundið, at hann fór niðan á fjallið at halda bøn, og hann var har alla náttina í bøn til Guds.” (Luk 6,12)

“Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út. Og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har.” (Mk 1,35)

“Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn.” (Luk 5,16)

Bønin er ein neyðugur partur av okkara lívi

Bønin er ikki ætlað teimum mest andligu kristnu. Bønin er nakað, vit øll kunna læra at steðga við, og tess meira vit læra, meira fegnast vit og finna røttu hvíldina. Henrietta Mears hevur einaferð sagt: “Kristindómurin leggur ongar byrðar á lív títt, men veitir tær styrki.” Og tann máttur, ið hoyrir Gudi til, kemur til okkara við at lesa Bíbliuna, leita til Guds í bøn, í kirkju tíni og heilaga samfelagnum og at leggja seg inn undir Guds vilja og mátt.

Latið okkum læra at biðja so, sum Bíblian lærir

Vit síggja, hvussu týdningarmikil bønin er samsvarandi Bíbliuni; men hvussu eigi eg at biðja? Eg eri vorðin ovfarin yvir at hugsa um bønir mínar í tí samanhangi, tey gomlu áður bóðu samsvarandi Bíbliuni. Tess meira vit læra at biðja samsvarandi Bíbliuni, tess betur gerast viðurskifti míni við Gud.

Steðga við hesar bønir úr Nýggja Testamenti:

Paulus takkaði ofta Gudi fyri menniskju. (Sí Rómverjabrævið 1,8-10)

Paulus biður um, at okkara vitan um Gud skal vaksa. (Sí Efesusbrævið 1,17)

Paulus biður um gleði, frið og vón. (Sí Rómverjabrævið 15,13)

Paulus biður um, at Gud av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara. (Efesusbrævið 3,16)

Paulus biður um, at Guds kærleiki má taka alt meir og meir til í kunnskapi og øllum skynsemi. (Fil 1,9)

Hetta er bara partur av teimum máttmiklu ápostólisku bønunum í Nýggja Testamenti. Ymiskt er, hvussu biðið verður í dag.

Nú, vit kunna síggja bønir í dag myndaðar á annan hátt, hevði verið gagnligt at farið undir at mynda okkara bønir, so at tær fóru at líkjast nøkrum av teimum máttmiklu ápostólisku.

Lesið meiri á GOD TV
Godtv.com

Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

Vælkomin at tekna teg sum haldara av Tíðindabrævinum frá PODAS Ekklesias.

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð