BÚMERKIÐ

Í búmerkinum er ein myrkur globus (jarðarknøttur), sum skal ímynda eina dapra verð.
Inni í globusinum er ein grønur krossur, sum ímyndar Kristi kross.
Í globusinum síggjast breiddar- og longdargradir. Hesar skulu ímynda ringvirkningar av verkinum, sum Jesus gjørdi fyri alla mannaættina.

LITIRNIR

Búmerkið hevur á ein einfaldan hátt tveir litir.
Tann grøni liturin í skriftini ímyndar nýggjan gróður.
Tann svarti ímyndar tað dapra í heiminum.

SKRIFT AT NÝTA SAMAN VIÐ

Skriftin, ið nýtt verður saman við búmerkinum, eitur "Calibri". Hon er einkul, vøkur og løtt at lesa. Skriftin er eisini standard í "MS Office" og kann tí nýtast av øllum sum hava "MS Office".

      

 

PDF við búmerkinum

Send okkum eini boð