Gjaldstreytir
PODAS Ekklesias
Áarrás 14
160 Argir
Telefon: (+298) 23 73 31
Teldupost: bergur@podas.fo
V-tal: 642517
Trygd
PODAS nýtir Quickpay til at handfara keyp á www.podas.fo.
Quickpay veitir, í samstarvi við Clearhaus, vissu fyri, at kortupplýsingar verða bronglaðar umvegis SSL.
PODAS hevur onga atgongd til upplýsingar á tínum gjaldskortið.
Rindan
Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá tilmeldingin er farin ígjøgnum.
Persóndáta og hagtøl
Við tilmelding og keyp av vørum skráseta vit navn, bústað og teldupost. Henda kunning verður brúkt til at avgreiða tína bílegging. Upplýsingar, ið eru skrásettar, verða ikki brúktar til annað endamál.
PODAS nýtir Google Analytics til at innsavna hagtøl og nýtslumynstur.
Fyrivarni
Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeið/fundur verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.