Privatlívspolitikkur fyri nýtslu av heimasíðuni

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Podas Ekklesias
Áarrás 14
160 Argir

Telefon: 23 73 31
Teldupost: bergur@podas.fo 

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Vit innsavna upplýsingar um teg tá ið tú sendir okkum eini boð, tilmeldar teg til tíðindabrøv og tá ið tú tilmeldar teg til eitt skeið, umvegis ein frymil á heimasíðuni. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at svara boðum, sum tú sendir okkum, senda tær tíðindabrøv ella at melda teg til skeiðið, sum tú ynskir at luttaka á og at hava samskifti við teg í samband við skeiðið, sum tú luttekur á.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1 og 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

Send boð:

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefon

Tíðindabræv:

  • Teldupostur

Tilmelding:

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefon
  • Bústaður
  • Bygd/býur
  • Kortupplýsingar

Víðarigeving av upplýsingum

Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy

Afturat hesum, verða títt navn og kortupplýsingar fluttar til Quickpay, ið heldur til í Danmark. Quickpay goymir tó ikki tínar persón- ella kortupplýsingar.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Tá ið tú sendir okkum eini boð umvegis heimasíðuna, strika vit tínar upplýsingar, tá tið boðini eru avgreidd.

Tá ið tú Meldar teg til tíðindabræv, verða tínar upplýsingar goymdar so leingi sum tú ynskir at vera tilmeldaður til tíðindabræv.

Tá ið tú meldar teg til eitt skeið, vera tínar upplýsingar strikaðar, tá ið skúlaárið er liðugt. Tó goyma vit tín teldupost, so leingi sum tú ynskir at fáa tíðindabrøv frá okkum.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til bergur@podas.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á bergur@podas.fo.   

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo

Send okkum eini boð