Her er eitt lítið úrval við bíbliuørindum um bøn:
- Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! (1. Krýn. 16:11)
- Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. (Sálm. 145:18)
- Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. (Sálm. 55:17)
- Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.(Matt. 7:7-8)
- Tí sigi eg tykkum: "Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri." (Mark. 11:24)
- Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast... (Luk. 18:1)
- Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. (1. Tess. 5:16-18)
- Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð. (Kol. 4:2)