Bønin er avgerandi
Tað er í roynd og veru heilt framúrskarandi, at Gud hevur givið okkum bønarinnar møguleika. Tí tað er so týdningarmikið, ja heilt avgerandi, at menniskju biðja.
Ferð eftir ferð verða vit í Bíbliuni mint á at vera áhaldandi í bønini. Tí Gud hoyrir bøn, og hann leggur uppí, tá fólk biðja. Tað ger hann í teimum stóru heimshendingunum, og tað ger hann í teimum smáu gerandishendingunum.
Bøn hevur alt at siga, tað boðar Bíblian greitt frá, tú kemur ikki uttan um bønina, um Guds ríki skal vaksa. Tað minnir Paulus okkum á við greiðum orðum í Kolossebrævinum: "Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Gud má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala." (Kol. 4,2-4)
Bøn er so týdningarmikil. Jesus er okkara fyridømi. Hann hevði eitt inniligt samfelag við Gud gjøgnum bønina. Tað finnast eingi øki, har slík lyfti eru knýtt til, sum bønin. "Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far inn í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær." Matt. 6,6.
Takk fyri forbøn fyri PODAS og teimum verkætlanum vit arbeiða við.