Sí eisini vallistan til vinstru...
Um PODAS Ekklesias
PODAS er grikst og merkir “føtur”. Ekklesias er grikst og merkir “kirkju”. T.v.s. “kirkju-føtur”. Í PODAS Ekklesias vilja vit til Guds æru og kirkjuni at frama sita við Jesu føtur og tæna við næstans føtur. Á enskum sigur PODAS-navnið innihaldið í PODAS Ekklesias: Plan Of Discipelship And Service. PODAS Ekkesias, sum í fyrstani æt PODAS Ministries, byrjaði sum lærusveinaskúli í Vesturkirkjuni í Tórshavn 16. september 2008.
Grundarlag (Tað, vit byggja PODAS á): Bíblian er Guds livandi, innblásta og fult álítandi orð og høvuðskelda og hægsti myndugleiki fyri trúgv, lívi og tænastu hins kristna; evangelisku-luthersku játtanarritini hjá Fólkakirkjuni er tulking av Bíbliuni, og Lausannesáttmálin er bíbilskur íblástur at virka sum kirkja í missión.
Missión At byggja upp Guds kirkju um allan heim við at gera Jesusi lærusveinar, sum fylgja og tæna honum, inntil hann kemur, og at byrja heima.
Visjón At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.
Loysunarorð: Tilbið og tæn.
Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til apríl.
Um onkur ynskir at stuðla PODAS Ekklesias fíggarliga, ber til at flyta pening á konto: 6460-613.152.4. Les meira her...