
Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari
(Parttíð)
Telefon: (+298) 597777
Teldupostur: asbjorn@podas.fo
1. januar 2020 byrjaði Ásbjørn Jacobsen í parttíðarstarvi sum skrivari í Podas Ekklesias.
1. september 2021 varð starvsheitið broytt til aðalskrivari.
Ásbjørn hevur nógv ára royndir í leiðslu frá Kirkjuligu Heimamissiónini, Bláa Krossi Føroya og
Føroyska Bíbliufelagnum, har hann hevur verið aðalskrivari í øllum felagsskapunum.
Eisini hevur hann verið ráðgevi hjá KFUM-skótunum í Føroyum. Ásbjørn er leirvíkingur, útbúgvin elektrikari og giftur við Óluvu.

Dánial Oddmarsson Olsen, samskipari
(Parttíð)
Telefon: (+298) 269095
Teldupostur: danial@olsen.fo
Dánial byrjaði í parttíðarstarvi sum samskipari í PODAS Ekklesias 1. september 2021.
Dánial Olsen er 23 ára gamal og býr í Saltangará. Hann er útbúgvin krambakallur. Dánial hevur verið virkin í ungdómsnevndini í Missiónshúsinum á Glyvrum í seks ár, harav fýra ár sum formaður.
Starvssetanin er samstarv millum Heimamissiónina og PODAS, har Dánial
er settur í parttíðarstarv hjá bæði Heimamissiónini og hjá PODAS.