Morgun- og kvøldbønir til hvønn dag í vikuni
Morgunbøn sunnudag.
Harra vár Gud, ævigi faðir og skapari. Lovaður veri tú fyri alt skapanarverk títt, fyri ljósið, tú skapaði á tí fyrsta degi til at lýsa á øllum leiðum okkara.
Harra Jesus Kristus, Guds sonur, okkara einasti frelsari. Lovaður veri tú, sum við deyða tínum hevur veitt bót fyri allar syndir okkara og við uppreisn tíni hin heilaga páskadag hevur veitt lív og gleði um allar ævir.
Harra Gud heilagi andi. Lovaður veri tú, sum á tí heilaga hvítusunnudegi gavst lærusveinunum kraft til at boða um stórverk Guds, og sum enn endurnýggjar boðskap frelsunnar okkara millum. Búgv tú við trúnni í hjørtum okkara.
Strika, o Gud, allar syndir mínar. Upplýs og styrk tú kirkju tína og gev tú henni framvegis náði til at kunngera boðskapin um teg. Varðveit land okkara og allan heimin. Halt tína sterku verndarhond yvir sjófólki okkara, lat tað vignast fyri teimum og før teir aftur í øllum góðum í ta havn, teir skulu.
Ver hjá øllum, sum líða neyð. Lat ljós títt skína fyri teimum, sum sita í deyðans skugga og myrkri.
Ver okkum hjá í okkara síðstu stund. Gev okkum ævigt lív. Amen.
Kvøldbøn sunnudag.
Faðir, vit takka tær fyri allar gávur tínar á hesum degi. Fyrigev okkum, at vit ikki hava nýtt tær rætt.
Hjálp okkum at varðveita tað orð, sum vit í dag hava hoyrt. Lat tað fylgja okkum og liva við okkum í komandi døgum.
Prísaður veri tú, Gud, fyri fyrigeving syndanna. Signa kirkju tína á fold og við henni øll heimsins lond. Vælsigna og varðveit øll okkara kæru. Ver hjá sjófólki okkara og halt tína almáttarhond yvir teimum.
Ver hjá øllum teimum, sum líða neyð annaðhvørt likamliga ella sálarliga og lær okkum at veita linna, har sum vit eru før fyri tí og hava høvi til tess.
Lýs tín frið yvir tey og okkum øll nú og um aldur og ævir allar. Amen
Morgunbøn mánadag.
Harra vár Gud, ljósanna faðir. Vit takka tær og byrja nú arbeiðsdag okkara og biðja teg vísa okkum, at eisini gerandisverk okkara eigur at vera í tíni tænastu.
Signa arbeiði okkara á sjógvi og landi, úti og inni, lat okkum virka tær til heiðurs og medmenniskjum okkara at gagni.
Signa land okkara og øll heimsins lond.
Ver hjá teimum sjúku og øllum, sum hava tað ringt. Ugga og styrk tú tey, sum ikki eru før fyri at arbeiða ella ikki hava høvi til tess.
Gud, tá ið okkara lívs arbeiðsdagur tekur at kvølda, gev okkum tá frið í hjarta; ikki við at minnast tað, vit hava útint, men í trúnni á tína óbroytiligu náði! Amen.
Kvøldbøn mánadag.
Gud, skapari vár og harri. Tøkk fyri dagin, sum nú er um at vera liðin, fyri arbeiðsins signing og nú fyri hvíldina og náttarsvøvnin.
Fyrigev okkum, Harri, allar syndir okkara, illavorðin orð og illavorðnar gerðir og tankar. Eisini tað, vit áttu at havt gjørt, men sum vit ikki gjørdu, biðja vit teg um at fyrigeva. Harri, vit elska teg ikki av øllum hjarta, sál og sinni og heldur ikki næsta okkara sum okkum sjálv.
Miskunna okkum, Harri, og hjálp okkum í komandi døgum betur og betur at tæna tær.
Signa tú, Gud, kirkju tína og lat orð títt hjá øllum tjóðum hava frítt at fara. Signa land okkara og øll heimsins lond. Halt hond tína yvir sjófólk okkara og landsmenn okkara í fremmandum londum.
Varðveit løgting og landsstýri og alt lógligt yvirvald. Varðveit okkum og øll okkara kæru.
Veit okkum góða hvíld í vissuni um fyrigeving syndanna. Í trúnni á Jesus Krist, sum doyði fyri okkum, biðja vit teg um at lata okkum hvíla trygg og eftir okkara síðsta blund rísa upp til ævigt lív. Amen.
Morgunbøn týsdag.
Kæri Gud. Vit takka og prísa tær fyri, at vit við friði kunnu fara til dagsverk okkara. Guð, vit vátta fyri tær, at vit fyri syndir okkara hava uppiborið allan aga og alla vreiði tína. Tó, í trúnni á fyrigeving syndanna biðja vit teg um náði og um frið fyri land okkara og øll lond.
Konganna kongur og harranna harri, veit rætt og sóma eisini tjóðanna millum. Lat øll menniskju kenna, at tey eru brøður. Signa land okkara og alt yvirvald, bjarga okkum frá øllum lógloysi, tvingsli og harðræði.
Halt hond tína yvir sjófólki okkara.
Fram um alt biðja vit teg, varðveit okkum í trúnni, lat okkum hava borgararætt í himmalska føðilandi okkara, nú og um allar ævir. Amen.
Kvøldbøn týsdag.
Harra vár Gud og faðir okkara, vit takka tær fyri arbeiði og gleði á hesum degi.
Gud, syndir okkara kennir tú, okkara óreinsku, órættvísi og klandursama lyndi. Fyrigev okkum syndir okkara, og varðveit okkum frá tí ónda, sum í okkum sjálvum býr. Bjarga okkum frá øllum, ið ger okkum óttafull og spillir lív okkara.
Ver tú verja okkara, meðan vit verjuleys sova. Halt tú hond tína yvir øllum teimum, sum eru sett til at stýra og ráða her á landi og í øllum londum. Gev tú teimum megi til at inna frið, rætt og sóma.
Ver við kirkju tíni, við orðsins tænarum og øllum kirkjuligum myndugleikum. Varðveit okkum í sannari og rættari trúgv. Halt tína varðveitandi hond yvir sjófólki okkara, teimum fátæku, sjúku og sorgarbundnu og teimum, sum ongan góðan eiga.
Faðir, varðveit okkum í tínum friði, nú og um allar ævir. Amen.
Morgunbøn mikudag.
Gud, vár faðir. Dagsins ljós kallar okkum aftur til arbeiðis, og vit takka tær fyri tað, sum vit nú skulu fara undir.
Hjálp okkum at gera skyldu okkara, har tú hevur sett okkum, og at gera gerning okkara tær til heiðurs og næsta okkara til signingar. Lat tað eydnast.
Gud, gev signing bæði til handaverk og hugans virki. Lat okkum av kærleika til tín og medmenniskju okkara vera bæði íðin og dugnalig.
Vælsigna, o Gud, kirkju tína, gev henni hegni og dugnaskap til at leita eftir og bjarga tí burturvilsta, veita teimum sorgarbundnu ugga og teimum livandi ljós.
Vælsigna tú land okkara, stjórn og ting. Veit yvirvaldinum styrk til ta heilagu tænastu at varðveita rættin. Ver við sjófólki okkara, ver hjá teimum, sum heima sita, hjá børnunum og teimum ungu, ver nær hjá teimum sjúku, einsamøllu og gomlu.
Varðveit okkum frá øllum lívsins freistingum og vandum. Amen.
Kvøldbøn mikudag.
Gud, tú kennir hjørtu okkara. Uppi í arbeiði okkara, tó at tað er fyriskipað av tær, hanga veraldarligar freistingar. Fyrigev mær, Gud, allar syndir mínar, alt tað, sum tú ikki kann kennast við hjá mær, og hjálp mær, Gud, í morgin betur at tæna tær
.
Varðveit allan heimin í nátt. Veit frið, o, Gud, í øllum londum. Varðveit kirkju tína og ta sonnu trúnna.
Ver hjá teimum, sum líða neyð, teimum sjúku og teimum sorgarbundnu, gev teimum troyst og ugga frá tær, sum halda, at einki eydnast.
Vak yvir okkum, Gud, meðan vit sova, lat okkum styrkjast og lívgast av svøvninum. Gev okkum, tá ið vit sova síðsta svøvn okkara, at vakna til ævigt lív hjá tær. Í arbeiði og hvíld, ver hjá okkum við tínum friði. Amen.
Morgunbøn hósdag.
Gud, tú, sum ert harri yvir øllum lutum. Tú, sum í tínum mátti og vísdómi ræður yvir degi og nátt, yvir øllum, sum hendir í himni og á jørð.
Ein nýggjur dagur rísur; hjálp okkum at nýta hann eftir vilja tínum. Gev okkum hug og dugnaskap til okkara arbeiði, lat kærleikan til tín og okkara næsta leiða alt tað, vit í dag skulu gera. Signa tú, vár Gud, alt yvirvald í landinum, stjórn og ting, sóknarráð, dómsvald og løgreglu.
Og kirkju tína, kæri Gud, signa og varðveit hana, ger orðsins tænarar ágrýtnar og skilagóðar, gev teimum, sum fyri kirkjuni ráða, vísdóm og rættan andaligan myndugleika. Varðveit kirkjuliðini í trúnni og lat fólk títt semjast sínámillum í kærleika, lat vitnisburðin hava frítt at fara út um allan heimin. Lat heidningarnar koma til tín at tilbiðja.
Vit biðja fyri teimum fátæku, teimum neyðarsligu, teimum vónsviknu, teimum sjúku og sorgarbundnu, fangunum og øllum teimum, sum ongan góðan eiga. Lat tey kenna, at tey hava teg góðan.
Ver hjá teimum, sum doyggja skulu, hjálp teimum – og okkum, tá ið okkara tími kemur – í tí síðsta stríðinum. Gev okkum tín frið og ævigt lív. Amen.
Kvøldbøn hósdag.
Harri Jesus Kristus. Tín kærleika minnast vit aftur á hesa kvøldarstund. Takk fyri dagin, fyri ljósið, sum nú er við at hvørva, takk fyri alla tína signing henda dag. Lýs fyri okkum, harri Jesus, tá ið náttin og myrkrið valda, bjarga okkum frá falsi og sviki, lær okkum at vaka og biðja, at vit ikki falla í freistingar. Tá ið vit sova, lat innastu lund okkara vaka fyri tær, og vak tú sjálvur yvir okkum. Ver vernd okkara móti øllum illum.
Vælsigna kirkju tína, lat hana liva av tíni náði og einki annað vita sær til frelsu uttan teg. Lat øll tíni trúgvandi verða eitt í tær, eins og tú ert eitt við faðirinum.
Vælsigna land okkara og øll lond, lat øll menniskju kenna, at tey eru systkin.
Ver hjá teimum fátæku, sjúku, sorgarbundnu og hvíldarleysu. Halt tína hond yvir sjófólki okkara.
Jesus, lat navn títt vera skjøldur okkara og vernd í hesi nátt. Amen.
Morgunbøn fríggjadag.
Harri Jesus Kristus! Takk fyri hvíld og vernd hesa nátt. Tú Guds lamb, sum á tí heilaga krossi bar allar syndir okkara, miskunna okkum. Lat minnið um heilaga kærleiksoffur títt fylgja okkum allar staðir, hvat vit fara.
Ver við kirkju tíni her og allar staðir. Hjálp tínum kristnu ikki at óttast kross og atsókn, varða tey frá hugmóð, tá ið tey hava byr og blíðan sjógv.
Vit biðja teg, varðveit okkara kæra fosturland. Lat fólk okkara nú og allar tíðir vera eitt kristið fólk. Vit biðja fyri øllum yvirvaldi, at tey sum tænarar Guds mega varðveita rætt og løgliga skipan, fremja tað góða og forða tí illa. Bjarga okkum frá kríggi og øllum óhappum.
Og vit biðja teg, tú sum píndist á krossinum fyri okkum, ver hjá øllum teim, sum líða neyð.
Og um tað er faðirs tíns vilji, at vit skulu pínast, so ugga okkum við fyrijáttanini um, at júst í pínslum ert tú okkum nær. Tú sum doyði fyri okkum, gev okkum ævigt lív. Amen.
Kvøldbøn fríggjadag.
Harri, ófullfíggjað er øll gerð okkara, og hvør dagur er tyngdur av nógvari synd og skuld.
Vit líta á, at títt fullgjørda verk er okkum bót fyri allar syndir okkara. Vit hava onga aðra vón enn krossoffur títt.
So biðja vit teg, at takksemi um tað, sum tú hevur gjørt fyri okkum, altíð eggjar okkum til at tæna tær.
Vælsigna, Harri, kirkju tína. Lat hana ikki vita av øðrum dýrgripi enn endurloysingini við blóði tínum.
Vælsigna fosturlandið og fólk okkara. Veit frið landanna millum.
Vælsigna heimini og alt gott og ærligt virki. Hald hond tína yvir sjófólki okkara.
Tú, sum píndist fyri okkara skuld, síggj í náði til øll, sum pínast. Ver hjá teim, sum stríða tað síðsta stríðið. Tá tími okkara kemur, lat okkum fara við friði og í troysti geva anda okkara í hendur faðirsins. Amen.
Morgunbøn leygardag.
Harri, vár Gud, tú sum skapað hevur allar lutir!
Vit frøa okkum á hesi morgunstund yvir góða verk títt. Vit takka tær fyri ljós sólarinnar, sum upplýsir alt skaparverk títt.
Takk, Gud, fyri hvíld og fyri alla góða vernd í nátt.
Vælsigna dagin fyri okkum, allar gerðir okkara, lat tað alt verða halgað tær.
Vælsigna, Gud, kirkju tína, ver við øllum trúgvandi tínum, gev teimum eitt hjarta og eina lund. Lat gleðiboðskapin ljóða um allan heimin, so at heidnir menn mega viðurkennast teg og prísa navni tínum.
Vælsigna land okkara og alt yvirvald; gev teimum, sum skipa skulu fyri, ærufrykt fyri tí, sum er beint og rætt. Gev teim mátt og megi til at forða tí illa og fremja tað góða. Ver við heimunum, ver hjá børnunum og teim ungu, hvar tey ferðast.
Síggj í náði til tey fátæku og øll, sum líða neyð, tey sjúku, tey sorgarbundnu, ver teimum nær, sum doyggja skulu, ver hjá okkum nú og í okkara síðstu stund.
Gev okkum ævigt lív. Amen.
Kvøldbøn leygardag.
Kæri Gud, takk fyri henda dag og takk fyri vikuna, sum nú er komin at enda. Takk fyri arbeiði og frítíð, fyri dagligt breyð og fyri náði tína, sum er nýggj á hvørjum degi.
Vit biðja teg, fyrigev okkum syndir okkara. Hjálp okkum at minnast til, hvussu djúpt syndin er rótfest í hjørtum okkara. Vit ásanna fyri tær okkara margføldu syndir og aðalsynd okkara: at vit ikki elska teg og næsta okkara.
Ver við kirkju tíni. Ver við orðsins tænarum og lat vísdóm og kærleika til menniskju upplýsa lund teirra. Vælsigna gudstænastuna í morgin her hjá okkum og allar staðir og vælsigna orð títt, hvar tað verður boðað. Lat mong koma saman um orð títt, um bønina, um lovsongin og heilagu sakramenti tíni.
Vælsigna land okkara. Ver hjá øllum, sum líða neyð, og halt hond tína yvir sjófólki okkara.
Gud, skapari okkara, lýs frið yvir okkum nú og um allar ævir. Amen.
Allar bønirnar eru úr sálmabókini hjá Fólkakirkjuni.