Tað var 16. september 2008, at Podas varð stovnað í Vesturkirkjuni í Havn, og fyrsta veturin vóru tveir flokkar, ein í Havn og ein í Leirvík. Síðan er undirvísingin ment til fleiri árgangir, og flokkar hava verið um alt landið og eisini í Danmark.

22. september í 2018 varð hátíðarhildið, at Podas hevði tíggju ár á baki, og sama dag vórðu viðtøkurnar undirskrivaðar á fundi í Vesturkirkjuni. Stýrið, ið er hægsti myndugleiki fyri PODAS Ekklesias, leiðir og skipar arbeiðið og velur sjálvt allar limirnar í stýrið. Stýrið hevur 5-7 limir, harav ein helst er prestur í Fólkakirkjuni, og eitt umboð fyri Kirkjuligu Heimamissiónina og eitt fyri floksleiðararnar.

Hesi árini hava hundraðtals fólk í øllum aldri um alt landið gingið á Podas eitt gerandiskvøld um vikuna vetrarhálvárið. Bergur D. Joensen, prestur, setti lærusveinaskúlan í verk og hevur verið primus motor øll árini. Endamálið er “at byggja upp kristnu kirkjuna um allan heim við at gera Jesusi lærusveinar, sum fylgja og tæna honum, inntil hann kemur, og at byrja heima.”

 

Send okkum eini boð