At finna sína egnu bøn í Bíbliuni

Káin fann sína. Dávid kongur somuleiðis. Jesus við. Bóðu sostatt til Guds. Mangar eru bønirnar í Bíbliuni bidnar bæði í sorg og í gleði.

Bønirnar í Faðirvár, sum bæði eru einfaldar og djúpar í gleði og í sorg. Sorgin t.d. í Getsemane urtagarði, har Jesus inniliga biður Gud um at sleppa undan lagnuni langa fríggjadag.

Bíbliunnar egna bønabók

Eisini er í Bíbliunnar egnu bønabók, Sálmunum. Har eru mangir av Sálmunum orðaðir sum bønir til Guds. Bæði innilig harmaljóð til ein Gud, ið er vorðin horvin, og takkarbønir, ið lova og prísa Gudi, ið ger vart við seg.

Hermenn, doyggjandi, nýklaktar mammur og frá øðrum menniskjum, ið fingu lívið aftur av nýggjum, leita sær støðugt í dag í Sálmabók Bíbliunnar, so bæði óttin og gleðin finnur sær ugga og troyst haðani. Eisini Jesus fann orð síni undir líðingini langa fríggjadag: “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær!” (Sálmur 22,2 og Markus 15,34)

Bøn, er samtala við Gud

Seinasta ár gav danska Bíbliufelagið ein lítlan bókling út eftir Steen Skovsgaard, “Bøn, en indføring i bønnens univers.” Biskupurin er ikki í iva, hvat hendir í bønini: “Tá ið eg biði, samtali eg við Gud, og eins og viðurskiftum mínum við menniskju, so lærir tú tey at kenna við at vera saman og við at tosa saman. Bønin er ein háttur at vera saman við Gudi.”

Hóast bønin er ráðaleys, ein rópan ella eitt úrslitaleyst órættað samráðingarsuff, so er tað tó støðugt ein samtala við Gud. Bíblian leggur tær orðini í munnin, ikki minst í mest kendu bønini av øllum, Faðirvár:

“Faðir vár, tú sum ert á himnum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himni so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. (Matt 6,9-13)

Bíbliunnar egna bønabók

Í Sálmabókini kunnu vit m.a. finna eina bøn sum hesa:

Hoyr meg í bræði, Harri, andi mín maktast! Fjal ei fyri mær andlit títt, so eg teimum verði líkur, ið eru farnir til gravar! Lat meg árla hoyra miskunn tína, tí at eg troysti á teg! Ger nær kunnan tann veg, eg skal ganga, tí til tín eg sál mína hevji! Bjarga mær, Harri, frá fíggindum mínum, eftir tær eg biði! Kenn mær at gera vilja tín, tí at Gud mín tú ert; tín góði andi skal meg leiða um slættar breytir. (Sálmur 143,7-10)

Henry Debes Joensen, týddi

 

Send okkum eini boð