Bøn til dagin

Mánadag
Faðir, takk, at vit eru frelst av tíni náði. Gev mær GLEÐI og TAKKSEMI. Hjálp mær at kenna grundarlagið undir kristnu trúnni, lívinum og tænastuni: Krossin, Orðið og sakramentini.
Tilbið og tæn!

Týsdag
Faðir, takk, at vit eru frelst á sannleikanum í tínum heilaga orði og í tínum kæra Soni, Jesusi Kristi. Gev mær FRIÐ og SJÁLVSTAMARHALD. Hjálp mær til andaligan vøkstur: Umvend meg dagliga til Jesus, lat meg liva í syndanna fyrigeving og fyll meg við Heilaga Andanum.
Tilbið og tæn!

Mikudag
Faðir, takk, at vit eru frelst við trúgv á teg, Son tín og Heilaga Andan. Gev mær RÆTTVÍSI og LÝDNI. Hjálp mær at liva tað kristna lívið: Lær meg at hvíla, biðja og lesa í tínum orði.
Tilbið og tæn!

Hósdag
Faðir, takk, at vit eru frelst í vón. Gev mær EYÐMÝKT og MILDI. Hjálp mær at liva millum tey, sum eg havi felagsskap við: Lær meg at hava eina sunna javnvág millum familju, arbeiði og kirkju.
Tilbið og tæn!

Fríggjadag
Faðir, takk, at vit eru frelst til kærleika. Gev mær TRÚFESTI og TRÚVIRÐI. Hjálp mær til tænastu, har eg eri: Lær meg gávumildi, gestablídni og ger meg til vitni um teg í lívi, orði og gerð heima og úti.
Tilbið og tæn!

Leygardag
Faðir, takk, at vit eru frelst til gudsótta. Gev mær DIRVI og ÚTHALDNI. Hjálp mær í umstøðum mínum: Statt mær nær í líðing, styrk meg at stríða trúarinnar góða stríð og varðveit meg til ævigt lív.
Tilbið og tæn!

 

Send okkum eini boð