
PODAS fyri øll við Norðskála
PODAS Ekklesias er ein skúli á Fólkakirkjunnar lærugrundarlagi við Bíbliuni og játtannarritunum sum grund.
Fyri øll – skeiðið merkir, at øll frá 14 ára aldri eru vælkomin.
Vit síggja fyri okkum at skeiðið verður merkt av kveikjandi íblástri, virðiligum samskifti og lívgandi felagsskapi.
Stað: Kirkjan við Norðskála
Tíð: Mikukvøld 19.00 – 21.00.
Tilmelding: Trýst á knøttin "Tilmelda teg her" til høgru.
- Brúk fyri hjálp við tilmelding? Ring Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777 ella send t-post til: asbjorn@podas.fo
Kostnaður: 750 fyri einstaklingar ella 1000 fyri pør.
Leiðsla og undirvísing: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur, tlf 237339.
Skráin:
- 08. september Hvat er sannleiki? (L.S. 1) Vers: Jóh 14,6
- 15. september Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi? (L.S. 2) Vers: Jóh 17,3
- 22. september Hvønn sigur Jesus seg sjálvan vera? Vers: Jóh 3,16
- 29. september Hvat er gleðiboðskapurin? (L.S. 3) Vers: Jes 53,5
- 20. oktober Hvat er trúgv? (L.S. 4-5) Vers: Jóh 6,35
- 23. oktober Leygardagur kl. 10.00 – 13.00: Jesu uppreisn – Svik, sjálvssvik ella sannleiki? (L.S. 7) Vers: Róm 10,9
- 27. oktober Jesu himmalsferð og koma Heilaga Andans (L.S. 9) Vers: Jóh 16,14
- 10. november Hvør skrivaði Bíbliuna? (L.S. 6) Vers: Sl 119,105
- 17. november Hvussu eigi eg at liva? (Katekismustilfar s. 1-21) Vers: Matt 22,37 og 39
- 20. november Leygardagur kl. 10-13: Teir truplu spurningarnir (L.S. 11) Vers: Róm 8,1
- 24. november Játtanarritini (Katekismustilfar s. 22-32) Vers: 2 Kor 13,13
- 08. desember Sendiboð í Krists stað (L.S. 12) Vers: 2 Kor 5,20
- 15. desember Hin livandi vónin (L.S. 14-15) Vers: 1 Pæt 1,3
Skrá fyri kvøldið:
- 19.00 Vælkoma og bøn
- 19.05 Bíbliusamtala yvir Markusevangeliið + bøn
- 19.35 Drekkamuður
- 20.00 Undirvísing við samtalu
- 20.45 Kunning og endi við Faðirvár og signing
- 21.00 Liðugt
Vegleiðing:
1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
3. Vel "Einstaklingur" ella "Par".
4. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
5. Trýst á "Gjaldkort".
6. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.
Floksleiðarar

Floksleiðari í PODAS.
Stað: Missiónshúsið Karmel á Eiði