Meinigheitshúsið á Skála

PODAS Ung

PODAS fyri ung.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Podas bjóðar mennandi frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

Góð, opin og viðkomandi undirvísing í kristnu trúnni fyri øll frá 14 ára aldri, frá okt. 2021 til mars 2022.

Kanska ivast tú ella veitst ikki hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Gud og Guds frelsu, um Jesus og Heilaga Andan, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Ver hjartaliga vælkomin á føroyska bíbliuskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunar læru.

Stað: Meinigheitshúsið á Skála.

Tíð: Týskvøld kl. 19.00-21.00. Frá 19. okt. 2021 til 8. mars 2022. (Tíðin kann broytast.)

Tilmelding: Trýst á knøttin "Tilmelda teg her" til høgru.
- Brúk fyri hjálp við tilmelding? Ring Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777 ella send t-post til: asbjorn@podas.fo

Kostnaður: kr. 750 við undirvísingarbók.

Tilmeldingarfreist: 12. oktober 2021.

Floksleiðari: Jóhannes Olsen, Skála, tlf.: 717711, teldupostur: Johannesolsen96@hotmail.com

Vegleiðing við tilmelding:

      1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
      2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
      3. Vel "Einstaklingur" ella "Par".
      4. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
      5. Trýst á "Gjaldskort".
      6. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

  • Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
  • Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
  • Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Trýst her, um tú vilt vita meira um PODAS Ekklesias.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias

Kostnaður
750 kr.
Tíðarskeið
Frá 19. okt. 2021 til 8. mars 2022
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
Hvørja viku

Floksleiðarar

Jóhannes Olsen
717711

Floksleiðari í PODAS.
Stað: Meinigheitshúsið á Skála

Send okkum eini boð