Vælkomin til Landsstevnuna

Hjartaliga vælkomin til Landsstevnu hjá PODAS í Gøtu kirkju týskvøldið 25. oktobur 2022 kl. 18.30.

Á skránni verður m.a.: Góður sangur, tala, vitnisburður og frágreiðing frá arbeiðinum. Eisini geva vit okkum
stundir til ein góða máltíð, hugna og prát við vinir og kenningar.

  • Tala við Alfred Olsen: "Nehemia á okkara døgum."
  • Gud er góður í viðgongd og mótgongd: Eilin og Eyðun Andreasen.
  • Stutt frágreiðing um arbeiðið. Ásbjørn Jacobsen.
  • Manskórið í Tabor í Fuglafirði syngur nakrar sangir.

Vit bjóða gott smyrjibreyð til nátturða og drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

  • Tilmelding: Neyðugt er við tilmelding. Trýst á "Tilmelda teg her."
  • Tilmeldingarfreist: Seinasta freist er: 22. oktobur.
  • Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn.

Innsavnan: Takk fyri eina góða gávu til arbeiðið hjá PODAS.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina áhugaverda og hugnaliga Landsstevnu.

Øll, sum eru ella hava verið lesandi í Podas, eru hjartaliga vælkomin, eins og øll, ið varða av Podas, undirvísa ella eru áhugað í arbeiðnum hjá Podas.

Vegna stýrið fyri PODAS,
 
Bergur D. Joensen, formaður
Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari

TILMELDING:

  1. Trýst á Tilmelda teg her til høgru her á síðuni.
  2. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar
  3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør". 
     Pør: Skriva nøvnini á báðum. Sama við t-posti og tlf. nr. 
  4. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
  5. Trýst á "Gjaldskort".
  6. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda (kr. 100,00) við gjaldskorti: VISA ella MasterCard.
  • Keypsupphæddin verður trekt av kortinum, tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.

Tey, sum ikki hava møguleika, ella ikki síggja seg før fyri at nýta tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at skriva til asbjorn@podas.fo ella ringja tlf. 597777.

Ynskir tú ikki at brúka hesa tilmeldingarskipan, ber til at tilmelda seg til Landsstevnuna við at senda teldupost til asbjorn@podas.fo ella ringja/senda SMS til: 59 77 77. Skriva: "Landsstevna, fornavn og eftirnavn." Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn. Flytast á konto í BankNordik: 6460-613.152.4.

Um onkur ynskir at stuðla PODAS Ekklesias fíggarliga, ber til at flyta pening á konto í BankNordik: 6460-613.152.4

Hoyr samrøðu í Lindini 18-10-22 um Landsstevnuna. Trýst her.

 

Alfred Olsen    
               
    

 

 

 

 

 

         Eilin & Eyðun Andreasen

         
   

 

 

 

 

 

Manskórið í Tabor

          





 

 

Kostnaður
Einstaklingar 100 kr.
Pør 200 kr.
Tíðarskeið
25. oktobur 2022.
Kl. 18.30 - 21.00

Send okkum eini boð