
PODAS fyri øll
Hjartaliga vælkomin til PODAS fyri øll á Argjum.
Innleiðsla í tilveru, meining og kristni verður í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum frá 19. oktober til 14. desember 2021. Undirvíst verður millum annað í "Hava øll eina heimsáskoðan", "Er tað skilagott at siga: Gud er til!", "Reis Jesus veruliga upp frá deyðum?" og "Er Bíblian meira enn ein bók?"
PODAS fyri øll er fyri øll frá 14 ára aldri.
Tíð: Týskvøld kl. 17.00-19.00. Frá 19. oktober til 14. desember 2021. (Tíðin kann broytast.)
Floksleiðari og undirvísari: Derhard Jógvansson, prestur, tlf.: 237347, teldupostur: derhard@kirkjan.fo.
TILMELDING:
Trýst á knøttin "Tilmelda teg her" til høgru.
- Brúk fyri hjálp við tilmelding? Ring Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777 ella send t-post til: asbjorn@podas.fo
LUTTØKUGJALD: Kr. 500 við undirvísingarbók fyri hvønn.
PODAS KANN BJÓÐA TÆR:
- Góða frálæru
- Viðkomandi tilfar
- Lívgandi felagsskap
Vegleiðing við tilmelding:
1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
3. Vel "Einstaklingur" ella "Par".
Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr.
4. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
5. Trýst á "Gjaldskort".
6. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.
- Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
- Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
- Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.
Trýst her, um tú vilt vita meira um PODAS Ekklesias.
Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias
© Øll rættindi ognað PODAS Ekklesias.
Floksleiðarar

Floksleiðari í PODAS.
Stað: Vesturkirkjan í Havn.