PODAS 2

Hjartaliga vælkomin til PODAS 2 í Missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði.

PODAS Ekklesias er ein skúli á Fólkakirkjunnar lærugrundarlagi við Bíbliuni og játtannarritunum sum grund. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Vit síggja fyri okkum, at skeiðið verður merkt av kveikjandi íblástri, virðiligum samskifti og lívgandi felagsskapi.

Stað: Missiónshúsið Thabor í Fuglafirði.

Tíðir: Mánadagur frá kl. 17.30 - 19.30.

Byrjað verður 18. septembur 2023 - 19. mars 2024.

Aldur: Frá 17 ára aldri.

Floksleiðarar: Hanna Maria Poulsen og Brian Poulsen.

Luttøkugjald: Luttøkugjaldið fyri ein vetur er 1500 krónur fyri einstaklingar og 2500 krónur fyri pør (skriva navnið á báðum).

PODAS KANN BJÓÐA TÆR:
- Góða frálæru
- Viðkomandi tilfar
- Lívgandi felagsskap

Vegleiðing við tilmelding:

      1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
      2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
      3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør". 
          Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr. 
      4. Vel staðið bygd/býur, har skeiðið verður.   
      5. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
      6. Trýst á "Gjaldskort".
      7. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

  • Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
  • Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sum váttar tilmeldingina.
  • Keypsupphæddin verður trekt av kortinum, tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
  • Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Trýst her, um tú vilt vita meira um PODAS.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias

© Øll rættindi ognað PODAS Ekklesias.

Kostnaður
Einstaklingar 1500 kr.
Pør 2500 kr.
Tíðarskeið
Frá september 2023 til mars 2024
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
Eitt kvøld um vikuna

Floksleiðarar

Hanna Maria Poulsen
214577
Floksleiðari í PODAS.
Stað: Thabor, Fuglafjørður.
Brian Poulsen
214077
Floksleiðari í PODAS.
Stað: Thabor, Fuglafjørður.

Send okkum eini boð