PODAS Ung

Hjartaliga vælkomin til PODAS fyri ung í Meinigheitshúsinum í Havn.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Podas bjóðar mennandi frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

Góð, opin og viðkomandi undirvísing í kristnu trúnni fyri øll frá 14 ára aldri.

Kanska ivast tú ella veitst ikki hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Gud og Guds frelsu, um Jesus og Heilaga Andan, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Ver hjartaliga vælkomin á føroyska bíbliuskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunar læru.

Stað: Meinigheitshúsið í Havn.

Aldur: Frá 14 ára aldri.

Tíð: Hósdag frá kl. 17.30 - 19.30. 

Byrjað verður 15. september 2022 - 15. desember 2022.

Tilmelding: Trýst á knøttin "Tilmelda teg her" til høgru.
- Brúk fyri hjálp við tilmelding? Ring Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777 ella send t-post til: asbjorn@podas.fo

Kostnaður: kr. 350 við undirvísingarbók.

Floksleiðarar: Liljan og Kim Midjord.

Vegleiðing við tilmelding:

      1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
      2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
      3. Vel "Einstaklingur" ella "Par".
      4. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
      5. Trýst á "Gjaldskort".
      6. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sum váttar tilmeldingina.
Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias 

Kostnaður
350 kr.
Tíðarskeið
15. september 2022 - 15. desember 2022
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
Eitt kvøld um vikuna

Floksleiðarar

Liljan Midjord
589975
Floksleiðari í PODAS.
Stað: Vesturkirkjan og Meinigheitshúsið.
Kim Leo Midjord
585081

Floksleiðari í PODAS.
Stað: Vesturkirkjan og Meinigheitshúsið í Havn.

Send okkum eini boð