PODAS 3+

PODAS 3+ er ein lesibólkur.

Til tann, sum er áhugaður at skilja tíðina og samfelagið, vit liva í.

Komandi tvey árini verður boðið til framløgu og samtalu um viðkomandi evni lýst frá bíbilskum sjónarmiði – m.a. kríggj og friður, náttúra og umhvørvi, fátækdómur, mannarættindi, arbeiði, handil, maður og kvinna, fosturtøka.

Bókin eftir kenda bretan, John Stott: "Issues Facing Christans Today", verður lisin.

Bókin er á enskum. Undirvísing/framløga og samtala á føroyskum.

Møtt verður týsdagar 3. hvørja viku kl. 17.00-19.00 í 2 ár.

Stað: Leirvíkar Missiónshús.

Byrjað verður 20. sept. kl. 17.00 – 19.00 (tíðin kann broytast).

Leiðsla og undirvísing: Atli Rasmussen. Teldupostur: atlirasmussen@gmail.com . Tlf. 295084.

Prísur fyri alt skeiðið: Einstaklingar kr. 1.500. Pør kr. 2.500.

Vegleiðing við tilmelding:

      1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
      2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
      3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør". 
          Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr. 
      4. Vel staðið bygd/býur, har skeiðið verður.   
      5. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
      6. Trýst á "Gjaldskort".
      7. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

  • Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
  • Keypsupphæddin verður trekt av kortinum, tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
  • Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sum váttar tilmeldingina.
  • Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Trýst her, um tú vilt vita meira um PODAS.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias

© Øll rættindi ognað PODAS Ekklesias.

Kostnaður
Einstaklingar 1500 kr.
Pør 2500 kr.
Tíðarskeið
2022 og 2024
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
3. hvørja viku

Floksleiðarar

Atli Rasmussen
295084

Floksleiðari í PODAS.
Stað: Leirvíkar missiónshús.

Send okkum eini boð