PODAS fyri øll

PODAS-Øll er fyri øll.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Podas bjóðar mennandi frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

Góð, opin og viðkomandi undirvísing í kristnu trúnni fyri øll frá 14 ára aldri, frá okt. 2020 til febr. 2021.

Kanska ivast tú ella veitst ikki hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Gud og Guds frelsu, um Jesus og Heilaga Andan, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir.

Ver hjartaliga vælkomin á føroyska bíbliuskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunar læru.

HVAR, NÆR, LEIÐSLA og UNDIRVÍSARAR:

Stað: Hvalbiar missiónshús. Byrjar 2. nov. 2021 til fyrst í mars 2022. (Tíðin kann broytast.)
- Floksleiðarar: Jógvan Højgaard tlf 223313, Katrin Mortensen tlf. 229471, Bergfríð tlf 282456 og Johan Sørin Berg tlf 285656
- Undirvísarar: Prestar, trúboðarar og onnur.

TILMELDINGARFREIST: - Tilmeldingarfreistin er útsett og enn er pláss.

ALDURSMARK: 14 ár og eldri.

LUTTØKUGJALD:
Fyri bøkur o.a. kr. 750 fyri einstaklingar og kr. 1.000 fyri pør.

PODAS kann bjóða tær:
- Góða frálæru
- Viðkomandi tilfar
- Lívgandi felagsskap

Tilmelding:
1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør".
    Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr.
4. Vel staðið, har skeiðið verður.
5. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
6. Trýst á "Gjaldskort".
7. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

Tey, sum ikki hava møguleika ella ikki síggja seg før fyri at nýta tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at skriva til asbjorn@podas.fo ella ringja tlf. 597777.

Fylg PODAS á Facebook: facebook.com/PODASEkklesias


© Øll rættindi ognað PODAS Ekklesias

Kostnaður
Einstaklingar 750 kr.
Pør 1000 kr.
Tíðarskeið
Frá november 2021 til fyrst í mars 2022
Tíð
2 tímar hvørja ferð
Samlast
1 ferð um vikuna

Floksleiðarar

Bergfríð Berg
282456
Floksleiðari í PODAS
Stað: Hvalbiar Missiónshús
Johan Sørin Berg
285656
Floksleiðari í PODAS
Stað: Hvalbiar Missiónshús
Katrin Groth Mortensen
229471
Floksleiðari í PODAS
Stað: Hvalbiar Missiónshús
Jógvan Højgaard
223313
Floksleiðari í PODAS
Stað: Hvalbiar Missiónshús

Send okkum eini boð