PODAS 2

Podas 2 er fyri tey, ið hava tikið Podas 1 og vilja læra meira.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og tæna næstanum ?
Hevur tú luttikið á PODAS 1 og ynskir at læra meira um at møta menniskjum, húsvitjan, diakoni og missión, er PODAS 2 nakað fyri teg. Møguliga tú ynskir at royna PODAS 2 enn eina ferð?

Ver hjartaliga vælkomin til annað árið á lærusveinaskúlanum hjá PODAS Ekklesias.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í vetrarhálvuni.

HVAR, NÆR OG FLOKSLEIÐSLA:

Emmaus í Klaksvík, hóskvøld 19.00-21.00, frá 11.11.2021 til síðst í apríl 2022. (Tíðin kann broytast.)
- Floksleiðarar: Hjalmar Waag Arge tlf 503163 og Hjørleif Poulsen tlf 255454

LUTTØKUGJALD:
Luttøkugjaldið fyri ein vetur (bøkur og annað) er 1500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri pør.

Tilmeldingarfreistin er útsett og enn er pláss.

PODAS kann bjóða tær:
- Góða frálæru
- Viðkomandi tilfar
- Lívgandi felagsskap

Tilmelding:
1. Trýst á knøttin "Tilmelda teg her".
2. Skriva í teigarnar: Navn, bústað, teldupost, føðingardag og telefon.
    Pør skriva: Nøvnini á báðum við bindustriku ímillum. Sama við t-posti, tlf. nr.
3. Vel "Einstaklingar" ella "Pør". 
    Pør skriva: Nøvnini á báðum við /skrástriku ímillum. Sama við t-posti og tlf. nr.
4. Vel staðið bygd/býur, har skeiðið verður.
5. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
6. Trýst á "Gjaldskort".
7. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda við gjaldskorti.

- Tú kanst rinda við Visa og MasterCard.
- Keypsupphæddin verður trekt av kortinum tá ið tilmeldingin er farin ígjøgnum.
- Goldið luttøkugjald verður afturrindað, um skeiðið verður avlýst, vegna ov lítla undirtøku o.a.

Tey, sum ikki hava møguleika ella ikki síggja seg før fyri at nýta tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at skriva til asbjorn@podas.fo ella ringja tlf. 597777.

Kostnaður
Einstaklingar 1500 kr.
Pør 2000 kr.
Tíðarskeið
Frá november 2021 til apríl 2022
Tíð
2 tímar
Samlast
1 ferð um vikuna

Floksleiðarar

Hjørleif Poulsen
255454

Floksleiðari í PODAS
Stað: Emmaus í Klaksvík

Hjalmar Waag Arge
503163
Floksleiðari í PODAS.
Stað: Emmaus í Klaksvík

Send okkum eini boð