Aftur

Andakt við Ásbjørn Jacobsen. Róm. 8,31-39

Ljóðupptøkur
Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum? Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger.
Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð?
Tað er sum skrivað stendur: «Tín vegna verða vit dripnir allan dagin, verða mettir javnt við skurðseyð.» Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.

Send okkum eini boð