Aftur

Trúarjáttanin

Lesnaður
Ápostólska trúarjáttanin (Symbolum Apostolicum).

Vit avnokta / eg avnokti Djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Vit trúgva / eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.

Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niður farin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Og á Heilagan Anda, eina heilaga almenna (alheims) kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Amen.

Nikenska trúarjáttanin (Symbolum Nicaenum).

Vit trúgva / eg trúgvi á ein Gud, hin alvalda Faðir, sum hevur skapað himmal og jørð, allar sjónligar og ósjónligar lutir.

Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna Son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað, sum fyri okkum menniskju og frelsu okkara er komin niður av himni og er vorðin hold við Heilagum Anda av Mariu moy og gjørdist menniskja, sum eisini okkara vegna er krossfestur undir Pontiusi Pilatusi, píndur og jarðaður. Triðja dagin risin upp samsvarandi Skriftunum og farin til himmals, situr við Faðirsins høgru hond og skal koma aftur í dýrd at døma livandi og deyð, og á ríki hansara skal eingin endi vera.

Og á Heilagan Anda, Harran og lívgevaran, sum gongur út frá Faðirinum og Syninum, sum saman við Faðir og Syni verður tilbiðin og dýrmettur, og sum hevur talað við profetunum.

Og á eina heilaga, almenna (alheims) og ápostólska kirkju. Vit játta / eg játti ein dóp til fyrigevingar syndanna og vænta / vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi. Amen.

Send okkum eini boð