Aftur

Jesus, eg vil altíð vera hjá tær

Sangir video
1. Jesus, eg vil altíð vera hjá tær,
fylgja tær í gleði og í sorg.
Guds orð sigur, tú fert aldri frá mær,
nú tú ert mín klettur og mín borg.

Niðurlag:
Jesus, tú ert kærleiki og stórur,
eg takki fyri lívið, tú mær gav.
Jesus, eg vil altíð vera hjá tær,
fylgja tær í gleði og í sorg.

2. Tá ið sorg og saknur vilja tyngja,
Jesus, minn meg tá á lívsins orð.
Orðið, um at eg ein dag skal syngja,
heima í Guds ríki við títt borð.

3. Jesus, leið tú meg á rætta vegnum,
gev mær mátt at liva lívið her.
Jesus, tú vanst sigur á tí degnum,
takk, at frelsan heim til tín meg ber.

Orð og lag: Bjørn Eike.
Ásbjørn Jacobsen, týddi, 2021.


Lagið kann hoyrast á sjónbandinum niðanfyri.

Send okkum eini boð