PODAS 1 á Eiði
Flokkurin heldur til í rúmligu og hugnaligu hølunum í kjallaranum í missiónshúsinum Karmel á Eiði. 10 næmingar hava teknað seg til hetta skeiðið. Onkur næmingur kundi ikki møta hetta fyrsta kvøldið. Floksleiðarar eru: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur og Katrin Højsted, lærari. Á fundinum luttóku eisini Bergur Debes Joensen, skúlaleiðari, Dánial O. Olsen, ungdómssamskipari og Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari frá PODAS. Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.