Mynd: Frá Ársfundinum 2019 í Gøtu kirkju.

Landsstevna hjá PODAS

Gleð teg til árligu Landsstevnuna!

Landsstevnan hjá PODAS verður í Gøtu kirkju mánakvøldið 8. november kl. 18.30.

Á skránni verður m.a.: Góður sangur og tala við áhugaverdum evni.

Vit bjóða smyrjibreyð til nátturða og drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

Eisini geva vit okkum stundir til hugna og prát við vinir og kenningar.

Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn.

Tilmeldingarfreist: Seinasta freist er: 6. november.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina áhugaverda og hugnaliga Landsstevnu.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kemur tú við?

Vegna stýrið fyri PODAS,
 
Bergur D. Joensen, formaður
Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari

TILMELDING:
1. Trýst á "Tilmelda teg her" til høgru.
2. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar.
3. Trýst á fýrakantin við "Jeg er ikke en robot".
4. Trýst á "Gjaldkort".
5. Skriva kravdu upplýsingar í teigarnar og rinda (kr. 100,00) við gjaldskorti: VISA ella MasterCard.

Tey, sum ikki hava møguleika ella ikki síggja seg før fyri at nýta tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at skriva til asbjorn@podas.fo ella ringja tlf. 597777.

Ynskir tú ikki at brúka hesa tilmeldingarskipan, ber til at tilmelda seg til Landsstevnuna við at skriva, ringja ella senda SMS til 597777. Skriva: "Landsstevna, fornavn og eftirnavn" ella send teldupost til asbjorn@podas.fo við somu upplýsingum + fartlf. nr. Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn. Flytast á konto í BankNordik: 6460-613.152.4.

Kostnaður
Luttøkugjald 100 kr.
Tíðarskeið
8. november 2021.
Kl. 18.30 - 21.00

Send okkum eini boð