Jesu navn og blóð er mær nóg mikið til frelsu

19. oktober 2021

”Ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.” (Áps 4,12)

Navn hansara er Jesus. Hetta er sannleikin. Mong nokta at góðtaka hann sum einasta frelsara. Gud sendi son sín sum sítt fullkomna syndaoffur fyri alla synd okkara. Gud krevur ikki fleiri offur. Gud hevði frá upphavi eina bjarging til reiðar. Jesus visti, at hetta var hansara missión, og hann fullfíggjaði hesa bjarging á Golgata. Jesus segði: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóh 14,6)

Annaðhvørt er hann tann, hann sigur seg vera, ella er hann lygnari. Vit eru noydd at velja trúgva honum ella vraka sannleikan.

Blóðið

Jesu blóð er okkum nóg mikið at reinsa okkum frá allari synd. Tá ið vit hava trúð og nýtt henda sannleika, er okkara samvitska greið; tað er eins og vit ongantíð hava syndað. Hetta skal verða eins og Ádam og Eva vóru, áðrenn tey fullu í Edens urtagarði. Vit kunna ganga inn undir sama felagsskap við Faðirin gjøgnum Jesu dýrabara blóð. Tað er eingin annar vegur enn hesin. Hansara blóð er okkara einasta endurloysing.

Hetta var ætlan hansara frá upphavi. Eingin onnur er galdandi. Gud segði tað, og tað varð gjørt. Gud vann avgjørdan sigur á tí ónda. Tað ónda hevur ikki longur nakað vald á okkum, sum trúgva á Jesus. Illu andarnir skelva, hvørja ferð Jesu blóð verður umrøtt. Teir hava onga atgongd at blóði hansara.

Krígsførsla

At stríða trúarinnar góða stríð og at standa í tí frelsu, hann hevur vunnið okkum, er eitt neyðugt stríð móti andaherliðum illskaparans í himnarúmdini. Vit standa tí í eini krígsførslu móti tí ónda til tess at verða varðveitt í tí frelsu, hann hevur vunnið. Okkara andi er vorðin loystur og heldur fram at vera tað.

Hansara navn og hansara blóð, er okkum nóg mikið at vinna á tí ónda, okkum møtir. Vit noyðast at nýta okkara myndugleika yvir tí ónda fígginda. Vit gera tað við at ákalla navnið, ið ber av øllum nøvnum. Vit lýsa og kunngera hansara blóð yvir okkum til tess at varðveita okkum undan álopum djevulsins.

Hansara blóð er okkum verja móti øllum álopum frá tí ónda. Tað er einasti vegur móti fíggindans valdi. Latið okkum í dag ákalla Jesu navn og fjala okkum inni undir hansara náði og kærleika. Jesu blóð veitir okkum frælsi og frið undir veingjaskjóli hansara.

GODS-TV daily
H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð