ENDAGUDSTÆNASTA OG DIPLOMHANDAN Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI

21. mars 2024

Endagudstænasta og diplomhandan var í Fríðrikskirkjuni á Toftum 20. mars 2024.

Ovi Brim, próstur, prædikaði.

Eisini var altargangur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biði fyri teimum.

Bergur Debes Joensen, formaður í PODAS, handaði næmingunum eitt diplom og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2023-2024.

Teir flestu floksleiðararnir høvdu onkra uppgávu undir gudstænastuni sum t.d. inngangs- og útgangsbøn, fótatvátt, forbønartænastu o.a.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein góðan døgurða á Hotel Runavík.

Vit eru Gudi takksom fyri eitt gott og gevandi kvøld.

Her eru nakrar myndir frá gudstænastuni. Far til myndasavnið - trýst her. 


Hvat er PODAS? Les meira her... 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð