Sigur gjøgnum krossin
“Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins” (Op 12,11).
Tað er ógjørligt at lesa Nýggja Testamenti uttan at verða hugtikin av teirri gleði og teirri sannføring, tey fyrstu kristnu hava. Um onkur heldur at kristna kirkjan kann tykjast keðilig og stirvin á okkara døgum, so var hon ikki eyðkend av taparalyndi fyrsta kristna kirkjan. Sigur, vøkstur og fagnaður var orðalagið hjá fyrstu eftirfylgjarum Jesu – og tað hóast mótburð. Henda sigur tengdu tey til krossin.
Eingin, sum sóu Jesus doyggja á krossinum, fekk hesa hugsan, at her hongur sigurharrin yvir øllum. Hygg at honum, har hann hongur, givin upp, strektur út á krossarplankarnar, mist alt frælsið, negldur gjøgnum hendur og føtur, maktarleysur. Eitt einki. Eitt fullkomið niðurlag.
Men tann kristni vísir á, at veruleikin er beint øvugt tí, tú sært. Tað, sum líkist at tað ónda hevur vunnið á tí góða varð beint øvugt, at tað góða vann á tí ónda. Vunnin á, vann Jesus. Offurið varð sigursharrin, og sum John Stott sigur: “Krossurin er framvegis hásætið hagani hann stýrir heiminum.”
Paulus boðar, hvussu Jesus vann á óndskaparinnar máttum, sum umgirdu Jesu kross henda dagin. Vit kalla dagin langi fríggjdagur, tí hann var langur. Men bretar nýta heiti “Good Friday”, tí dagurin var eisini góður. Á krossinum tók Jesus vápnini frá Djevlinum og illa andaheri hansara, og í tí ósjónliga gekk hann í sigursgongu undan í størsta fagnaði nakrantíð. Sí Kolossubrævið kap 2. Jesus vann á freisting Djevulsins ikki at fara uppá træið, at taka seg aftur, at geva seg yvir og taka á seg heimsins makt. Jesus avvísti allari sataniskari og verðaldarligari tøling.
Teir griksku fedrarnir hjá kirkjuni og teir latinsku vóru gripnir av sigri Krists. Miðøldin gloymdi hesa síðuna við Jesu krossardeyða, men Martin Luther fann aftur á slóðina. Svenski gudfrøðingurin Gustav Aulen hevur staðfest hetta í kendu bók síni Christus Victor.
Á krossinum leiðir Jesus okkum aftur til Guds. Á krossinum doyr ein rættvísur fyri órættvís. Og á krossinum doyr ein fyri alla heimsins synd. “Tí”, skrivar Pætur”, at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum” (1 Pæt 3,18).
Hesar sannleikar um Jesus kross skulu vit ongantíð gloyma, men vit skulu heldur ikki gloyma sannleikan, at Jesus vann sigur á øllum tí illa, sum vit tí avnokta í sambandi við, at vit játta trúnna á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda, og sum vit biðja um verju frá hvørja ferð vit biðja “Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa”.
“Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins”. Amen.
Bergur Debes Joensen
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen