Høgtstandandi, gudsnoktandi leiðari í Kenja fer úr starvi, tí hann hevur funnið Jesus Kristus

03. juni 2021

Høgur, vældámdur, gudsnoktari í Kenja fer úr starvi sínum sum aðalskrivari, av tí at hann hevur funnið Jesus Kristus.

Leiðandi gudsnoktarin, Seth Mahiga, fer úr starvinum

Seth Mahiga, áður aðalskrivari innan felagsskapin, fór úr starvinum sum ovasti leiðari, sigur, at hann ikki longur hevur áhuga at fremja gudloysi í eysturafrikanska landinum.

Í fráboðanini á Twitter hjá ‘AIK -atheist Kenya Society’ – sigur orsøkina vera, at hann hevur funnið Jesus. Sambært fráboðanini stendur, at Seth hevur verið í tænastini hjá felagsskapinum (AIK) í hálvtannað ár.

”Hetta kvøldið, hevur tíverri aðalskrivari okkara Mr. Seth Mahiga tikið avgerðina at fara úr starvinum sum aðalskrivari í felagsskapi okkara. “Orsøkin, er, at hann hevur funnið Jesus Kristus og er ikki longur áhugaður at stuðla gudnoktandi felagsskapinum í Kenja longur.”


Twitter

Gudsnoktarar í Kenya Society

Eisini, sambært ’UG Christian News,’ fevnir felagsskapurin, gudsnoktarar í Kenja, umleið 2,5% av íbúgvunum. Hesin felagsskapur av fólkinum í Kenja, ið ongan átrúna hava, ella einki tilknýti hava at nøkrum átrúna, troka á og vilja gera alt til tess at fáa landsins stýri at góðtaka humanistiskar siðareglur, sambært NTV.

Kristin fegnast um avgerðina við veitsluhaldi

Netbornu tíðindini íbirtu sjálvboðin veitsluhald um landið alt.
“Gud veri lovaður, tú gjørdi tað aftur!”
“Ljósið skínur í myrkrinum og myrkrið tók ikki við tí.” (Jóh 1,5)

Fyri Gudi er einki ógjørligt.

GOD TV Daily
Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð