Sangir video
"Syngið við" - Harmonikuvinir
  Á, eg veit eitt land  Harmonikuvinir Á Golgata eg gleði fekk í hjartaHarmonikuvinir Á kvøldartíð ein vinur stillur stendur Harmonikuvinir Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð Harmonikuvinir Á, signaða vissa øll syndin er rindað Harmonikuvinir Aldri tann dagur úr huga mær rennur Harmonikuvinir Alt hitt gamla er at endaHarmonikuvinir Ár í synd og hugmóð livdi egHarmonikuvinir Bert ein stund, lítil stundHarmonikuvinir Bjarga teim druknandiHarmonikuvinir Boðskapin syngi um JesusHarmonikuvinir Dagur koma skal bráttHarmonikuvinir    
Sangir video
Jesus, eg vil altíð vera hjá tær
1. Jesus, eg vil altíð vera hjá tær, fylgja tær í gleði og í sorg. Guds orð sigur, tú fert aldri frá mær, nú tú ert mín klettur og mín borg. Niðurlag: Jesus, tú ert kærleiki og stórur, eg takki fyri lívið, tú mær gav. Jesus, eg vil altíð vera hjá tær, fylgja tær í gleði og í sorg. 2. Tá ið sorg og saknur vilja tyngja, Jesus, minn meg tá á lívsins orð. Orðið, um at eg ein dag skal syngja, heima í Guds ríki við títt borð. 3. Jesus, leið tú meg á rætta vegnum, gev mær mátt at liva lívið her. Jesus, tú vanst sigur á tí degnum, takk, at frelsan heim til tín meg ber. Orð og lag: Bjørn Eike. Ásbjørn Jacobsen, týddi, 2021. Lagið kann hoyrast á sjónbandinum niðanfyri.
Sangir video
Sangurin ljómaði á Tvøroyri
Sangurin ljómaði í Tvøroyrar Missiónshúsi 17. apríl 2021, tá ið PODAS-3 flokkar vitjaðu í Suðuroy. PODAS skipaði møtið.
Sangir video
PODAS kórið hjá Íslandstoyminum
PODAS kórið hjá Íslandstoyminum luttekur við sangi í Heydala kirkju 8. apríl á hátíðar-gudstænastu til minnis um sálmaskaldið Einar Sigurðsson, presti (1590-1627) Sangur: O, tann dag tá Jesus kemur.
Sangir video
Íslandstoymið hjá PODAS
Íslandstoymið hjá PODAS í Kópavogskirkju, sunnudagin 18. november.

Send okkum eini boð