Dagsins orð: ”Kom til Jesus!”

17. september 2021

”Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!” (Hebr 4,15-16)

Dagsins heilsan

Í dag býður Gud í miskunn síni at nærkast tær við náðitrónu sína. Hann eggjar tær eymliga í hesi løtu at leggja allan ótta og angist á seg. Hann vil hava teg úr tí støðu, sum tú í hesi løtu ert staddur í. Men fyrst av øllum mást tú koma til hansara. Viðhvørt eru vit trek at koma og finna okkum annan útveg við veikleikum okkara. Nei, Jesus er okkara einasti millumgongumaður.

Viðhvørt fara vit ikki til Jesus, men leita ístaðin fram onnur við sama veikleika sum okkara; men Jesus, millumgongumaður okkara, kennir støðu okkara, tí eisini hann fekk at kenna somu neyð sum vit; tí er hann rætti vinur okkara at fara til, tá ið neyðin leikar á, ja í øllum førum.

Kom tí til Jesus. Hann er besti vinur og sálarlækni okkara. Honum hava vit brúk fyri.

God-TV daily
Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð