Hvussu gerast ein kristin?
Er tað tær eitt hjartamál at gerast kristin, vita, hvør Jesus er, og hvønn týdning hetta hevur fyri teg sjálvan? Bjóði eg tær vinarliga at halda fram at lesa, og lív títt fer at broytast.
Gud elskar teg
Gud elskar- og kennir teg. Hann veitir tær sannan frið og ævigt lív. “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (Jóh 3,16) Nú Gud veitir okkum bæði sín frið og ævigt lív, hví halda vit tá okkum so langt frá honum?
Vit vórðu skild frá Gudi
Vit valdu at ganga egnu leiðir og fylgja okkara sjálvbodnu kenslum, lystum og hugsanum, men fóru skeivir av málinum, fylgdu ikki Guds ætlan og vilja til tess at náa málið, sum er Himmalin. Hetta er tað, vit nevna synd. Fylgjan verður tí eitt lív skilt frá Gudi. Tað øvuta av lívi, er deyði. “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður. (Róm 3,23)
Jesus er hin einasti, ið leiða kann okkum aftur til Guds
Jesus fylti tómrúmið við sjálvur at gerast sakleysa ofrið. Ein sakleysur mátti doyggja fyri teg og meg til tess at vit kundu ognast æviga lívið saman við Gudi, ið skapað okkum hevur. Gud hevur lagt vegin – vit megu sjálvi velja.
Hvat merkir tað at vera frelstur
Orðið frelsa er úr norrønum og merkir “fríhálsaður”, “frjalsa” ella frælsi, ið merkir fríur frá trældómi og varðhaldi. Í evangeliinum eftir Lukas kap. 4 vers 18 og 19, standa hesi orð av Jesu egna munni: “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum til at kunngera eitt Harrans náðiár.”
Jesu hægsta ynski, er, at vit skulu ognast eina fullkomna frelsu og bjarging. Tað snýr seg um at hava síni persónligu viðurskiftini við Gud í lagi. Gud gav okkum ævigt lív í Jesusi.
Tað er bara ein vegur til Guds
Vit mugu sjálvi taka ímóti Jesusi. “Vilt tú geva Jesusi lív títt í hesi løtu? Lat okkum biðja saman hesa bøn:
“Jesus, eg bjóði tær at koma inn í lív mítt. Jesus, hjálp mær burtur úr syndini og øllum tí, ið forðar. Fyrigev og reinsa meg frá allari synd. Eg taki ímóti tær sum Harra og Frelsara. Eg vil verða tín og tæna tær allar dagar mínar. AMEN!
Svarar tú ja, havi eg trý góð ráð at geva tær
Sig onkrum, tú kennir, frá, at tú hevur tikið ímóti Jesusi. Les í Bíbliuni. (Byrja í Nýggja Testamenti) og hav eina bønarløtu hvønn dag. Ver eitt Harrans vitni í trúarsamfelagi teirra heilagu til tess at lívga og styrkja andliga felagsskapin.
Henry Debes Joensen, umsetti
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen