Orð til umhugsanar um syndarinnar harradømi og at vinna á syndini
At vinna á syndarinnar harradømi, er, tað, Gud kallar okkum at liva. “ (Róm 6,14) “Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok!” (Gal 5,1)
Galatarbrævið váttar frælsið, sum hin trúgvandi eigur í Kristusi og eggjar okkum at vera fastir og stinnir og ikki fáa okkum aftur undir nýtt trælaok. Hetta orðið frá Skriftini styrkir sannleikan um, at vit við Kristusi eru fræls frá syndarinnar harðræði til at liva eitt sigrandi lív, sum Jesus hevur vunnið okkum.
Í Fyrsta Jóhannesarbrævi 4,4 stendur: “Børn míni, tit eru av Gudi og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.”
Hann leggur dent á, at Heilaga Andans íborna nærvera veitir teimum trúgvandi megi og mátt at sigra á syndini og geva lívinum innihald. Við Guds styrki og vegleiðing kann hin trúgvandi standa ímóti syndini og liva eitt sigrandi lív.
Í Jákupsbrævinum 4,7 biður hann tey trúgvandi um at vera Gudi undirgivin. Hann skrivar í 4,7 soleiðis: “Verið tí Gudi undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum.” Hetta versið leggur dent á týdningin, at vit í verki standa honum ímóti, fastir í trúnni. At yvirgeva seg og líta fult og heilt á hansara mátt og megi og á tann hátt liva eitt sigrandi lív.
Rómverjabrævið 6,14 tryggjar tær og mær, at syndin ikki longur skal hava harradømið yvir okkum tí at vit eru undir náði: “Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.”
Stuðlaðir av fleiri skriftsøðum verða vit ámint um frælsi okkara í Kristi, ið veitir teimum mátt at standa syndini ímóti og liva samsvarandi Guds vilja.
BØN:
Harri, eg takki tær fyri frælsi og siður okkara í tær. Hjálp okkum støðugt at líta á náði tína, sum tú veitir okkum og at stríða móti syndini. Veit mær vísdóm og skyn at standa móti fíggindans ætlanum og at liva eitt lív í lýdni samsvarandi tínum orði. Í Jesu navni biðja vit. AMEN!
GOD TV Daily
H.D. Joensen
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen