• PODAS 1 í Leirvík 2020-2021 | Mynd: Torleif Johannesen

Tilmeldingin er byrjað

21. september 2021

Nú ber til at tekna seg til vikuliga kristna kvøldskúlan sum PODAS skipar fyri í 2021-2022.

PODAS byrjaði sum lærusveinaskúli í Vesturkirkjuni í Tórshavn 16. september 2008. Síðani tá hava umleið 800 fólk luttikið á PODAS skeiðum kring landið. Kvinnur og menn, ung og eldri.

Í fjør vóru umleið 90 næmingar á PODAS fyri øll og PODAS 1, 2 og 3.

Fyrireikingarnar til PODAS skeiðini 2021-2022 eru byrjaðar og er ætlanin at skipa fyri fleiri skeiðum kring landið.

Í skrivandi løtu eru 3 skeið klár. Tey eru: PODAS fyri ung, PODAS fyri øll og PODAS 1.

PODAS fyri ung verður í Meinigheitshúsinum á Skála. PODAS fyri øll verður í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum og PODAS 1 verður í Missiónshúsinum Karmel á Eiði.

Fleiri skeiðstilboð koma seinni. Fylg við á heimasíðu okkara.

Upplýsingar um skeiðini og tilmelding á heimasíðuni: www.podas.fo

Hjartaliga vælkomin!

PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Eg havi havt ta gleði at gingið á PODAS - lærusveinaskúlanum. Hetta hevur verið ein einastandandi framíhjárættur, har eg saman við øðrum trúgvandi havi havt møguleikan at samlast í einum læruumhvørvi, sum byggir sítt grundarlag á, at Bíblian er Guds livandi orð og á tey evangelisku–luthersku játtanarritini hjá Fólkakirkjuni. Undirvísingin er væl skipað við sera dugnaligum fólki, sum hava førleikar og førning á ymiskum økjum.
PODAS – lærusveinaskúlin er nakað, sum eg vil viðmæla øllum trúgvandi.
Ove Heinesen.
Luttikið á PODAS 1, 2 og 3.

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð