Fult og heilt álit á Gudi

29. september 2021

Havi fult álit á Gudi, tí eg trúgvi á hann. Eg trúgvi, at hann sendi son sín, Jesus at doyggja fyri meg, ja, øllum heiminum.

Eg trúgvi, at hann er góður og hevur tær allarbestu ætlanir og endamál við lívi mínum. Hann kendi meg, tá ið eg varð skaptur í móðurlívi. Hann hevur ætlað mær ein bústað í sínum ríki. Í honum eri eg tryggur.

Hetta er tann Gud, eg líti á. Øll hava atgongd at koma til hansara, ja øllum, ið ákalla hann. Hetta var Guds ætlan av fyrstan tíð, og hana hevur hann als ikki broytt. Djevulin hevur heilt aðrar ætlanir. Hann er vorðin avbyrgdur frá Gudi. Hansara ætlan er at fáa so nógv sum gjørligt til sín bústað.

Djevulin

Hann er tjóvur og manndrápari. Hansara ætlanir eru at stjala, drepa og oyða. Han er upprunin til tað ónda í heiminum. Mong eru blind og rokna ikki við tilveru hansara. Tað ónda, er ein veruleiki. Prógvini eru fullvís um allan knøttin. Vit eins og leggja um og verja okkum við at kalla tað ónda fyri ein menniskjaligan veikleika og gera neyðsemjur við hin ónda og allan atburð hansara. Vit síggja, hvussu tað rætta er vorðið skeivt, og tað skeiva vorðið tað rætta. Einaferð hildu vit, fosturtøku vera eina ónda gerð. Nú verður hon lýst sum ein praktisk gerð.

Frelsa

Hvussu finna vit so leiðina út aftur úr hesi fløkju, vit eru komin í? Einasta svarið, er Guds egna. Hann sendi son sín, Jesus sum okkara loysnara. Gud sigur, at øll, ið trúgva á Jesus og taka ímóti honum sum sínum Harra og frelsara, verða frelst. Bjargað frá hvørjum? Ævigari fordøming. Valið er okkara at taka við hansara loysn ella ikki. Einans Jesu blóð er okkara bjarging.

«Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (1 Jóh 1,7)

GOD TV daily
H.D.Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð