Ein krabbameinssjúklingur fann Jesus

12. oktober 2021

Øvugt øðrum, var jødiski krabbasjúklingurin, Gudi, takksamur fyri sjúkuna, hann hevði. Tí av henni var hann raknaður við andaliga, ið ikki kann verða samanborið við nakað annað.

Jødiskur krabbasjúklingur

Jónatan var ikki bara annaðleiðis, tí hann ikki hevði borið angur um sjúku sína; hann var annaðleiðis vegna sína gudstrúgv. Øll familja hansara eru messianskir jødar, ið trúgva á Jesus sum Messias. Men Jónatan hevði einki grett um tað. Hann visti, hvørjar fylgjur tað hevði fingið fyri hann; jagstran, noktan og aðrir trupulleikar. So hann valdi tøgnina ístaðin.

Í 10. flokki fekk hann staðfest sjúkuna, leukæmi, blóðkrabba. Síðan broyttist alt. Hann kundi ikki longur gera tað, hann var vanur. Dreymur hansara, var at koma í hertænastu. Hetta kundi tó bara gerast ein dreymur, orsakað sjúkrastøðuni.

Hann setti tí Gudi spurningar. “Hví leggur tú slíkar byrðar á tey, ið trúgva á teg. Øll familja mín er trúgvandi. Fyrst fær systir mín autismu og síðan eg, blóðkrabba.”

Hann helt tó ikki fram at ákæra Gud. Hann nýtti nú alla sína frítíð at finna svar úr Bíbliuni. Har fann hann, Jesus.

Hann valdi at fylgja honum. “Eins og hetta er mær ein líðing, leið Jesus eisini. Brádliga varð samband okkara millum. Eg visti, at tá hann leið, skilti og kendi hann meg.” Mín líðing er lítil samanborin við hansara líðing á krossinum, og tó toldi hann av kærleika sínum til okkara, hana.

Tá Jónatan gróv djúpari í Jesu líðing, fekk hann frá honum grøðing og styrki. Hann endaði kemoviðgerðina og fór aftur í skúla. Umframt tað, varð hann eisini førur fyri at fara í hertænastu og fekk sostatt dreym sín uppfyltan. Hann visti, at Gud hevði gjørt hann frískan.

“Gud nýtti líðing mína til tað sindrið, eg við hansara mátti nú kundi fara at virka í lívi mínum. Líti eg aftur á lív mítt og fram at hesum degi, fari eg, so undarligt tað enn ljóðar at takka Gudi fyri sjúkuna. Jú, hon var tað ringasta, men eg fekk við sjúkuni bestu andligu gávuna: Eg fann Jesus!”

GOD-TV
H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð