Bræv til heimin frá afganskari gentu

06. november 2021

”Kalla tit hetta eitt lív?” Eitt bønandi eygnabrá av Armineh*, ungari afganskari gentu. Eitt hjartanemandi opið bræv sent SAT-7 PARS. Býr í talibanskum umhvørvi. Armineh* hevur hetta á máli og spyr, hvussu - allir dreymar hennara enda! Hon bønar heimin inniliga um hjálp og at geva hesum gætur, hon skrivar.

Eg eri ung afgansk genta. Eg skrivi hetta brævið og biði fólk geva sær stundir at lesa tað.

Við táravættum eygum festi eg á blað, tað, ið liggur mær á hjarta um fullkomna ruðuleikan, ið valdar, nú so mong hjørtu bløða av sorg um hesa stóru vanlukku okkum hevur viðurfarist.

Frammanundan hesum sorgardøgum, hevur í mong ár sorg oman á sorg av krígsvoldum valdað; men eisini gleðisløtur. Mangt gott livir í minninum, sum eg ikki nú fái steðga við; men sum eg ongantíð gloymi. Eg kann ikki siga, at tað bara vóru sorgarløtur, tað vóru eisini hugnaløtur, eg ongantíð gloymi. Tá eg av og á steðgi við tær, kann eg bara siga, at heimurin var ein annar enn í dag. Mangan var látur og hugni; tá lívið var nakað annað. Ein himmalvíður munur. Í dag grátur, ófriður, sorg og ónøgd.

15. august 2021 kundi taliban taka yvir. Men her enda mínir lívsdreymar. Vónin burtur – tað kennist, sum vórðu allar dyr mær afturlætnar; ótti og ræðsla kom á fólkið, tá ið tíðindi bórust, at forsetin í landinum var flýddur. Fólkið misti alla vón, ið var, og treytirnar gjørdist okkum sera truplar og meinigsleysar.

Eg havi skjótt onga megi eftir at tosa. Eg skrivi tí hetta bræv, og við penninum royna at lýsa støðuna, og gera fólk var við hetta, at milliónir afganar líða.

Hevði sjálv vón ein dag at gerast politikari; men tá ið eg steðgi við tær avmarkingar valdstýrið ætlar, haldi eg vist, at tað verður ikki mín framtíð; tí undir hesum valdi fara gentur og konur ikki at fáa nøkur rættindi, og kvinnur fara ikki at koma á sína røttu hill í samfelagnum. Aftaná 20 ára stríð fyri lóg og rættindum, tók tað bara tveir dagar hjá øllum landsins íbúgvum at missa alt av hondum og beinað fyri tí, ið bygt var upp.

Eg síggi einki ljós framman stavn hjá mær og mínum ella hjá nakrari afganskari kvinnu í landinum. Tær verða ílatnar chator (burka), bara at síggja gjøgnum lítlan glugga eins og gjøgnum jarnrimarnar í fangahúsum. Ein ella annan hátt at liva okkara lív.

Hevur hetta nakað við lív og mannarættindi at gera? Eitt lív í varðhaldi. Tá ið sæst fyri ein enda á hesum, og tú verður leyslatin, ert tú tá í næsta heimi? Eg eri tó vónrík, men haldi og trúgvi at hetta einaferð, tá ið stundin er komin í søguni hjá landi mínum gerst endin á øllum mínum dreymum.

Eg bøni og biði inniliga, at heimsins tjóðir geva hugsan míni gætur, vit hava ikki orku at liva í hesum landi nú, sum støðan er.

Framtíðin er í tykkara hondum. Bjarga okkum út úr hesum fongsli - okkum leingist eftir, at gerast fræls.

*Av trygdarávum er navnið broytt.

SAT-7
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð